Nú restar lítið í hjá VÍF. Vestmenningar, sum hava verið einaráðandi í hesum kappingarárinum, eru bara eitt stig frá at tryggja sær pláss í finaluni.
Tað varð greitt, tá VÍF í gjár vann greitt á Neistanum, sum vitjaði í oddadysti í Vestmanna. Við stórspælandi Sámali Joensen og Agnari Joensen á odda var heimaliðið ikki til at steðga og vann, tá avtornaði, við sjey málum – 29-22.
Omaná allatíð
Nógv ferð var á bóltinum fyrstu løtuna. Leikararnir tóktust allir at vera til reiðar, men tað var skjótt, at heimaliðið dró frá. Og teir vóru frammanfyri allan dystin.
Serliga í verjupartinum riggaði væl hjá heimaliðnum, og stóri og sterki Jugoslav Djumic hjá Neistanum fekk lítið pláss. Serbin stóð í alt fyri tveimum av málunum hjá Neistanum.
Í málinum vísti Eli Müller aftur spæl í serklassa. Hann vardi fyri óteljandi málmøguleikum, og serliga einu løtuna í fyrra hálvleiki stóð hann serstakliga væl. Tá eydnaðist Neistanum bara at skora eina ferð eftir tíggju minuttum.
Hálvleiksstøðan var 17-14.
Heimaliðið økti
Í seinna hálvleiki øktu vestmenningar um leiðsluna. Beinanvegin vunnu teir seg seks mál framum, og síðan var eingin ivi. Neistin megnaði ikki at verja fyri Sámali Joensen og Agnari Joensen, sum skutu átta mál hvør.
Ein av glottunum hjá gestunum var Tróndur Kragesteen, sum saman við Birgiri Poulsen var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Hann stóð seg aftur hesaferð væl á bakkplássinum.
VÍF í finaluni
VÍF verður allarhelst partur av mansfinaluni í 2009. Tað eru framvegis seks stig at spæla um, og vestmenningar hava fýra stig fleiri enn H71 og Neistin. Tá høvuðsstaðarfeløgini framvegis hava ein dyst innanhýsis, kann bara eina liðið vinna seg framum í stigatali. Komandi uppgávurnar hjá VÍF eru StÍF, KÍF og Kyndil – og tað er lítið sannlíkt, at teir ikki fáa stig burtur úr onkrum av dystunum.
Neistin, hinvegin, liggur nú á triðja plássinum. Og skal dysturin móti VÍF frá 18. januar spælast umaftur, eru teir seks stig frá oddaliðnum. Føroyameistararnir og nýkosnu steypavinnararnir eru í truplari støðu, tí hoyvíkingar hava vunnið sínar tríggjar seinastu dystir.
Neistin hevur ikki ráð at tapa fleiri stig. Tí stendur nógv á longu komandi vikuskiftið, tá Kyndil helst fer at gera alt fyri, at grannarnir ikki sleppa í finaluna.
----
FAKTA UM DYSTIN
VÍF-Neistin 29-22 (17-14)
10 min: 7-5
20 min: 11-6
30 min: 17-14
40 min: 21-15
50 min: 24-18
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 8 (4), Sámal Joensen 8 (1), Áki Olsen 5, Joen P. Høgnesen 3, Niels Andreasen 2, Bjarti Hansen 1, Rúni Joensen 1, Dávur Magnussen 1 (1)
Neistin: Birgir Poulsen 5 (3), Tróndur Kragesteen 5, Karl Herup Olsen 4, Finnur Hansson 3, Áki Mørk 3, Jugoslav Djumic 2
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 3
Útvísingar: VÍF 5, Neistin 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen