Nærkast írskum sjógvi

Teir fýra hvalirnir, ið blivu merktir í Bø 5. september, svimja suður móti írska markinum

Teir fýra grindahvalirnir, ið blivu merktir í Bø 5. september, eru í løtuni á veg móti írska markinum. Tað vísir nýggjasta dagføringin av ferðamynstrinum hjá hvalunum.


Til ber at fylgja ferðini hjá teimum fýra grindahvalunum á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum. Sambært nýggjast dagføringini, ið bleiv løgd út á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum í gjár, eru hvalirnir nú vestanfyri Írland og svimja suður móti írskum sjóøki.


Síðan grindin bleiv merk hevur hon støðugt ferðast í ein sunnan, fyrst í ein útsynning móti Bill Baileys banka og síðani í ein beinan sunnan.


Tá grindin bleiv merkt segði Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum, at vónin var at læra meira um stovnin.


- Aðalendamálið við merkingini er at finna útbreiðsluøkið hjá grind. Vit vilja kanna, um teir grindahvalirnir, sum koma til Føroya, eru partur av einum stórum samlaðum stovni, sum ferðast runt í øllum Norðuratlantshavinum, ella um tað kanska er ein lokalur stovnur, sum bara ferðast í økjum nærindis Føroyar, sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum.


Hann upplýsti tá eisini, at eldri kanningar hava víst, at grindahvalir plaga at ferðast langt suður eftir. Sostatt tykjast fyribils úrslitini at stuðla uppundir verandi vitan um ferðamynstrið hjá grindahvalum.