Nærkast semju í Kenya

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur vónir um at fáa teir stríðandi partarnar í Kenya at binda frið Kofi Annan, sum tær seinastu vikurnar hevur royt seg sum semingsmann í Kenya, hevur sent boð eftir leiðarunum í báðum pørtum, so teir kunnu umrøða eina ætlan, sum skal gera enda á ófriðinum.

Kofi Annan hevur sagt, at partarnir skulu fáa frið at tosa saman, og tí hava fjølmiðlarnir ikki fingið at vita, hvar tingingarnar eru.

Ein talsmaður hjá Kofi Annan sigur, at málið er at fáa semju innan tvey samdøgur.