Nú er sendimasturin komin upp aftur,0 og høgtíðin er farin framvið, og tí sendir nærvarpið aftur sum vant.
Byrjað verður aftur nú fríggjakvøldið klokkan 20.00. Tað vera Niels Uni Dam, Barbara Christophersen, Kirsten Løth og Eyðfinn Drewsen, sum sita í sendihølinum.
Í sendingini verður hugt at nøkrum av teimum føroysku fløgunum, sum komu út hetta seinasta ártíggjundi.
Sunnudagin klokkan 13.00 verður nærvarpið aftur í luftini við tí vanligu sunnudagssendingini við tíðindum úr Føroyum og ymiskum innsløgum, siugr Nærvarp Okkara í tíðindaskrivi.