Almannamál
Eilen Anthoniussen
Sparingar á almannaøkinum noyða nú landsstýriskvinnuna í almannamálum, Rósu Samuelsen, at leggja ein stovn niður, og at flyta íbúgvarnar á annan stovn at búgva. Tað er álagt almannaráðnum at spara 2,3 milliónir, og Nærverkið er komið við tilmælinum um at flyta íbúgvarnar við Aspergers syndromi á annan stovn, har evnaveik frammanundan búgva. Hesi koma sostatt at húsast undir sama taki. Ætlanin er, at tann eini av íbúgvunum á Pætursgøtu, skal búgva í íbúð á ovastu hædd í sambýlinum í Svanga, og tveir á niðastu hædd. Á miðhæddini skulu evnaveik húsast.
- Starvsfólkini í Pætursgøtu hava verið við í tilgongdini, og hava tosað við starvsfólkini í sambýlinum í Svanga. Tey hava mett um hvussu flytingin eydnast best, og hvussu einstøku búfólkini fara at trívast best, sigur Rósa Samuelsen.
Varðveita servitanina
Hon greiðir frá, at saman við teimum trimum brúkarunum, fylgja trý av teimum fimm starvsfólkunum, sum í løtuni starvast í Pætursgøtu, við.
- Soleiðis fylgir servitanin við, sigur hon.
Spurd um tað er rætt at leggja niður sambýlið á Pætursgøtu, sum er einasta heim av sínum slag, vísir hon til metingina, sum Nærverkið er komið við, og svarar við mótspurninginum:
- Hvør er ringast fyri, tá ein stovnur á almannaøkinum skal leggjast niður ella saman við øðrum? Hetta er ein liður í rationaliseringunum á økinum, sum hava við sær, at vit mugu umrokera innanhýsis í sambýlunum.
Bústaðarpakkin á tingborð
Sum sagt eru tað fakfólk undir Nærverkinum, ið eru komin við tilmælinum um flyta íbúgvarnar á Pætursgøtu í sambýlið í Svanga. Hetta tilmæli skal landsstýriskvinnan endaliga góðkenna.
- Brúkararnir við Aspergers syndromi fáa ikki verri umsorgan, av at koma undir sama tak sum evnaveik at búgva, heldur Rósa Samuelsen, sum tó heldur, at skiftið hjá brúkarunum skal vera so smidligt sum gjørligt. Tí eru starvsfólk og búfólk kunnað so tíðliga um málið, soleiðis at tey hava tíð til at venja seg við tankan. Tað, sum nú hendir, er, at eg skal á fund við Javna og tey avvarðandi, og so fáa vit at síggja, hvat hendir.
Eg lúgvi ikki
At formaðurin í Pedagogfelagnum ákærir landsstýriskvinnuna fyri at siga ósatt, heldur Rósa Samuelsen verða ógrundað. Tí Pedagogfelagið hevur ikki rætt til at fáa at vita, hvør stovnur verður niðurlagdur so tíðliga í gongdini.
Hon leggur afturat, at allur bygnaðurin við teimum 25 sambýlunum undir Nærverkinum, skal endavendast í næstum, og at arbeitt verður fram ímóti at fremja bústaðarpakkan, og harvið fáa lógina um lutaíbúðir samtykta. Hetta lógaruppskotið verður borið í tingið áðrenn seinasta framløgudag, 27. februar.
- Eg skilji væl reaktiónirnar uppá avgerðina. Men játtanin skal haldast, og hetta er tilmælið, eg havi fingið frá Nærverkinum og Trivnaðartænastuni. Hevði arbeiðstilgongdin fingið frið, og sloppið at koyrt, hevði málið kanska sæð øðrvísi út, sigur Rósa Samuelsen.
- Vit eru enn í byrjanarfasuni í málinum, og hetta verður loysnin, um eingin broyting verður gjørd á fíggjarlógini. Tað, at fáa lógina um lutaíbúðir samtykta, kann ikki henda ov skjótt, soleiðis, at vit kunnu skapa varandi loysnir fyri brúkararnar, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.