Nú síggja vit hvussu skeivt tað var

Og nú rinda vit prísin, men hann mugu vit taka á okkum, sigur býráðslmur í Havn

Nú síggja vit heilt greitt, hví landspolitiski myndugleikin vildi sleppa sær av við eldraøkið.

 

Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, nú býráðið hevur tikið fíggjarætlanina fyri næsta ár til viðgerar.

 

Næsta ár hækkar raksturin hjá kommununi yvir trý prosent, áðrenn tær lønarhækkingarnar, sum fara at koma, nú sáttmálasamráðingar eru í hesum døgum. Og Helena Dam á Neystabø sigur, at høvuðsorsøkin til tað er eldraøkið.

 

Somuleiðir ætlar býráðið at brúka 35 milliónir til at byggja eldraøkið út fyri næsta ár, har endamálið er at útvega fleiri røktarheimspláss, fleiri endurvenjingarpláss og fleiri dagtilhaldspláss.

 

Hetta er ein upprudding í einum eldraøki, sum kann gera tað øgilgia torført hjá kommununum kring landið at taka sær av teimum uppgávum, sum áttu at verið kommunalur.

 

Hon heldur, at Tórshavnar Kommuna er kanska best bjálvað til at taka sær av eldraøkinum, men tað fer kanska at svíða hjá nógvum øðrum kommunum.

 

Helena Dam á Neystabø heldur ikki at tað var rætt av undanfarnu samgongu at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí nú siggja vit, at vit rinda prísin fyri tað. Men hon helt eisini, at hetta er so ein uppgáva, Kommunan má átaka sær.

 

Hetta var kanska eitt skot til Anniku Olsen, borgarstjóra, sum var landsstýriskvinna í almannamálum í undanfarnu samgongu. Og sostatt var tað hon, ið legði eldraøkið undir kommunurnar.

 

Men Annika Olsen svaraði aftur og ásannaði, at eldraøkið er dýrt. Men hon vísti samstundis á, at hon heldur framvegis, at tað er best fyri borgaran, at eldraøkið varð lagt undir kommunurnar.

 

 – Tað var kanska ikki so gott fyri kommunukassin, tí hann svíður fyri tað, bæði hvat rakstri og íløgum viðvíkur. Men tað er gott fyri borgaran heldur hon.

 

Hon ásannar eisini, at hetta verður ein avbjóðing framyvir, Og tí átalaði hon, at samgongan í Løgtinginum ætlar at leggja eina rokning upp á 25 milliónir á kommunurnar, tí hetta verður tað, tær fara at fáa minni í skatti við tað, at ætlaniner at gera grundupphæddina í fyritíðarpensjónini skattafría.

 

Annika Olsen sigur, at tað fer at kosta Tórshavnar Kommunu einar 10 milliónir.

 

Og hon heitti á teir býráðslimir, sum sita í Løgtinginum, nevniliga javnaðarfólkini, Heðin Mortensen og Helenu Dam á Neystabø, sum bæði sita í samgongu, um at syrgja fyri, at Løgtingið ikki leggur eina eyka byrðu á kommunurnar, tí løgtingið hevur ábyrgdina av pensjónunum og tí ska kommunukassin ikki rinda fyri tað.