Nú sær ljósari út í Sandoy

Í øllum fýra kommununum vóru inntøkurnar hægri í november enn sama mánað í fjør

Tað hevur verið afturgongd í skattainntøkunum í Sandoy fyrr í ár, og samlaða skattainntøkan fyrstu ellivu mánaðirnar, enn hon var tað í fjør.

Undantakið er á Sandi, har samlaði skatturin higartil í ár er 0,78 prosent hægri, enn hann var ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Í Skopun er afturgongdin 6,55 prosent, í Skálavík er hon 3,01 prosent, og í Húsavík er hon 3,82 prosent.  

Skattainntøkurnar í Sandoy í november benda á, at nú er vend við at koma í. Í øllum fýra kommununum í Sandoy vóru skattainntøkurnar hægri í november, enn tær vóru sama mánað í fjør. Í Skálavík er framgongdin 8,78 prosent, á Sandi er framgongdin 8,35 prosent, í Húsavík er framgongdin 7,08 prosent, og í Skopun er framgongdin 6,57 prosent.

 

Hagstovan veit at siga, at arbeiðsloysið er lægri í Sandoy nú, enn tað var fyri einum ári síðani. Í september í fjør var tað 1,7 prosent, og í september í 2018 var tað 1,4 prosent.