Fótbóltur
Manchester United, Liverpool og Chelsea halda øll tørn í oddinum í Premier League. Aftur hesaferð fekk oddatrio´in fult í hesum umfarinum. Manchester United tók ímóti Manchester City á Old Trafford leikvøllinum. United byrjaði best, og høvdu bæði Ji-Sung Park og Carlos Tevez møguleikan til at leggja heimaliðið á odda.
Tá 17 minuttir vóru farnir legði heimaliðið seg á odda. United fekk fríspark uttanfyri brotsteigin hjá City. Christiano Ronaldo skeyt, og var skotið avrættað í verjumúrinum hjá Manchester City. Shay Given í City-málinum strekti seg, men hann megnaði ikki at forða bóltinum í at fara í netið til 1-0.
Tá ein hálvur tími var farin, bjargaði stongin Given, tá Carlos Tevez langaði bóltin í stongina. Stongin var kortini við Tevez, beint undan steðginum. Tevez skeyt eitt skot, sum fór í stongina og inn, og United var á odda 2-0.
Tevez hevur annars verið nógv í ensku bløðunum, har hann hevur boðað frá, at ynskir at sleppa til eitt annað felag, tí hann fær ov lítla spælitíð. Í 2. hálvleiki var City betri við, men verjan hjá Manchester United stóð væl, og tá alt var liðugt stóð framvegis 2-0 á máltalvuni.
United er nú á odda við 83 stigum fyri 35 dystir. Mikukvøldið hevur liðið møguleika at leggja seg seks stig á odda, tá teir á útivølli spæla ein útsettan dyst ímóti Wigan.
Tryggur sigur til Liverpool
Liverpool spælir fyri sínum møguleika til tað síðsta, og í útidystinum ímóti West Ham leygardagin, gjørdu liðið sítt arbeiðið til lítar. Bert tveir minuttir vóru farnir, tá Fernando Torres sendi bóltin til Steven Gerrard, sum fór framvið málverjanum, og legði Liverpool á odda 1-0. Næsta málið kom tá 38 minuttir vóru farnir. Liverpool fekk brotsspark, og Steven Gerrard var settur at skjóta. Robert Green í West Ham bjargaði, men returbólturin endaði hjá Gerrard, sum beindi hann í málið til 2-0. Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Liverpool sigurin. Ryan Babel skeyt eitt skot, sum Robert Green bjargaði, men aftur hesaferð endaði returbólturin hjá manninum, sum hevði júst skotið, og Ryan Babel beindi bóltin í netið til 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Steven Gerrard hevur skotið heilti 15 mál í liguni í ár. Hann hevur ongantíð verið so vandamikil áður. Hetta kappingarárið hevur Gerrard skotið 23 mál fyri Liverpool. Tað er sama tal, sum hann skeyt fyri liðið, kappingarárið 2005/2006.
Arsenal fekk ein sekk
Chelsea yvirvann skelkin, sum teir fingu mikukvøldið, tá teir sera óheppið fullu í Champions League hálvfinaluni ímóti Barcelona. Liðið tók seg veruliga saman ímóti Arsenal ígjár á Emirates Leikvøllinum, og góvu teir “The Gunners” ein sekk uppá 4-1. Chelsea legði seg á odda, tá 28 minuttir vóru farnir. Didier Drogba legði bóltin innfyri, har brasiliumaðurin, Alex var hægstur og stútaði bóltin í yvirleggjaran og inn. 10 minuttir seinni skeyt Nicolas Anelka eitt sera vakurt mál, tá hann skeyt eitt dundurskot frá 25 metra fjarstøðu.
Tað lá illa fyri hjá Arsenal, og tá Kolo Toure gjørdi sjálvmál, so Chelsea kom á odda 3-0 gjørdist mótbrekkan veruliga tung.
Hóast aftanfyri 3-0, so trýsti Arsenal. Hetta fekk liðið løn fyri, tá 70 minuttir vóru farnir. Danski, Nicklas Bendtner stútaði eina sending hjá Bacary Sagna í netið til 1-3. Arsenal helt áfram við at trýsta, men tað var kortini Chelsea, sum slapp at staðfesta sigurin. Fyrst skeyt Malouda eitt skot, sum Fabianski í Arsenal-málinum bjargaði. Returbólturin endaði hjá Anelka, sum skeyt á stongina. Bólturin endaði aftur hjá Malouda, sum skeyt hann i netið til 4-1. Talan gjørdist um størsta tapið hjá Arsenal á heimavølli í átta ár.
Blackburn bjargaðir
Í botninum hevur Blackburn gott og væl bjargað sær enn eitt kappingarár í Premier League. Leygardagin sigraði Blackburn 2-0 á Portsmouth á Ewood Park, málskjúttar vóru Morten Gamst Pedersen og Benni McCarthy. Stoke bjargaði sær við at vinna 2-1 á Hull á útivølli. Hull hinvegin er í stórum vanda. West Bromwich spælir fyri tí lítla møguleikanum teir hava, og leygardagin vunnu teir 3-1 á Wigan. Í kvøld spæla Newcastle og Middlesbrough grannauppgerð á Saint James Park. Bæði liðini liggja undir niðurflytingarstrikuni við 31 stigum hvør.