Nýsamgonga

Okkurt er við at henda í danska politiska landsskapinum

Sum upp úr ongum er ein flokkur við at gerast veruleiki í fólkatingssamanhangi. Sjálvt um nýfigin áhugi eisini er, er flokkurin veruliga ein høttan móti verandi etableraðu flokkunum, her íroknað Dansk Folkeparti.

Flokkurin er enn ikki ein veruligur flokkur, at kallað, hann hevur onga skrá enn, kanska taktiskt, men meir ein leys skipan við samhugandi fólki ymiska staðni frá í politiska spektrinum, tó ikki út á veruligan vinstravong, fegin nakað út á høgravong. Hann verður móttikin við løgið tigandi samtykki frá øllum flokkum sum um teir eru í einum blandi millum bangni og vónir, ella teir síggja ein fong burturúr ongum, sum kann vera teimum til nyttu. Hetta síðsta er týðiligt fyri sosialdemokratarnar hjá nýkosna formanninum har Thorning Smith, sum haraftrat er ein kvinna fyri fyrstu ferð. Her velst um, hvønn hann etur av.

Vinstra eru bangnir í loyndum, men játtandi í orðum, tí tryggi einfaldi meirilutin yvir Dansk Folkeparti bara yvir tveir tøppir at trísta á, fløttafólk og skattasteðg, viðhvørt bert fyrra, kann skjótt vera burtur, og er enntá eitt av fáu kunngjørdu endamálunum hjá nýggju samgonguni. Møguleikarnir eru jú har, at ein borgarligur flokkur kemur aftrat, sum skuldi kunna minka um vóninar hjá sosialdemokratunum at vinna stjórnarvaldið aftur.

Eru teir vinarliga sinnaðir móti nýggju floksbyggingini, t.d. við at seta vónrík ráðharrastørv í eygsjón hjá ráðharravónbrotnum kristiansborgpolitikkarum, kunnu teir benda veljaraveiðuna hjá flokkinum meiri yvir á radikalu og sosialdemokratarnar. Eru teir stívir, eru góðir møguleikar hjá nýggju samgonguni, at gera atsókn móti teirra veljarum, har veikar perur eru at fáa á tal, og helst er ein høvuðsætlan við nýggja flokkinum.

Konservativu eru eitt sindur ivandi um nýggja flokkin, men vinarliga sinnaðir. Teirra flokkur er eisini eitt fyrimál fyri veljaraveiðu hjá nýggja flokkinum. Nøkur falla frá, neyvan heilt nógv. Ein í trýmannaráðnum í sjálvari brádligu kunngeringini G. Seeberg, ein hálvkendur politikkari, er fallin frá. Hon er sum er limur í EU tinginum, hevði ikki tungar ráðharrasessir í Slútertíðini og onkuntíð aftaná. Um flokkurin eydnast sum ætlað, kann hon fáa týðandi lut.

Konservativu altera minni sosialdemokratarnar enn Venstre og kenna seg tí eitt sindur tryggari.

Eitt mál, nýggja samgongan tekur upp, minni skattur, skotið er upp 40% eindarskattur!, er í tráð við teirra mál, minni skatt á hægri inntøkur, tey seinastu árini. So her kann enntá samljóð skapast.

Trupuleikin hjá Venstre er her, at teir í seinastu taktisku bendingini móti sosialdemokratunum, í taktiskari samgongu við Dansk Folkeparti, eru upplagt offur hjá nýggju samgonguni, júst tí hann nú leggur dent á vælferðina, í tí royndini. Nýggja samgangan kann tað, uttan Dansk Folkeparti.

Eitt veruligt álopsmál fyri nýggju samgonguna er Dansk Folkeparti, og er tað einastu flokkur, sum ikki er óblandað vinarliga sinnaður. Teir eru ikki í stjórnini, men verða av øllum mett sum veruliga trygdin fyri sitandi stjórn við so at siga veto rætti. Teir kenna sjálvandi hendan leiklut høttan, og kanska hvørvur hann, men ikki grundleggjandi málið fyri teirra tilveru, øttan fyri útlendsku (islamisku) innrásini í Danmark.

Fyrsta atsóknarmálið fyri nýggja flokkin er Radikalu, sum gjørdust óvanliga stórir til seinasta val við at mótmæla júst útlendingapolitikkinum. Fult av javnaðarveljarum og veljarar í SF fóru tann vegin av tí orsøk. Har var við at koma eitt samljóð í, so bara Eindarlistin stóð uttanfyri. Nakrir politikkarir eru falnir frá her m.a. formaðurin fyri nýggju samgonguna Naser Kader og ein minni kendur, men royndur politikkari har Anders Samuelsen, og fleiri veljarar møguliga við, møguleikin er helmingurin.

N. Kader, sum er innflytari frá Sýria, er vælumtøktur kristiansborgpolitikkari og mest kendur sum stovnari av fylkingini Demokratiskir muslimar, vendur móti víðgongdu og fundamentalu iaslamtrúgvandi, sum hava fingið navnið islamistar. Hann lýsir seg sjálvan sum fyrrverandi ikki demokrat, men hevur lært demokrati í Skandinavia, Danmark sum nakað virðismokið, sum sum hann heldur fast um.

Ósemjan er av ymiskum slag og ymiskar vegir, umframt um sitandi formann, sum verður hildin einvís og stívrend, ikki so nógv innflytaratrupuleikin - teir halda mestsum, at radikalu eru ov blíðir her - sum einvísa peikanin á Thorning sum statsmálaráðharraevni. Her peika teir á Mogens Fogh, men neyvan so einvíst sum teir siga, og ein møguleiki er helst til broyting her. Tað kundi stutta fjeppingin hjá Sentrumsdemokratunum, sum endaði ikki játtandi, týtt á. Teir meta heldur ikki radikalu fyri at liva upp til ein miðflokk, sum er annað kunngjørda endamál fyri plássinum hjá teimum sjálvum, men fyri at vera ov vinstrasinnað vendan. Vinarlig viðurskifti eru neyvan í álvara millum nýggja flokkin og radikalu. Her líkist ov nógv veruligum kappingarneytum.

Sosialistisk folkaflokkurin hevur heilsa nýggju royndini vælkomin, tí hon brýtur blokkpolitikkin, sum er eitt triðja endamáll hennara, og kanska kann sum nýggi formaðurin har sigur lokka Dansk Folkeparti út úr donskum politikki.

Eindarlistin er uttan størri áhuga í hesum sambandi uttan, at hann eisini hevur áhuga í at knúsa blokkpolitikkin.

 

Samanberingar

Ikki óvantað er nýggja royndin borin saman við politiskar spjaðingar frá fyrr av og við floksroyndir frá fyrr av. Summar eru komnar og farnar, aðrar eru livandi veruleiki enn.

Radikalu, sum má vera høvuðsflokkurin fyri spjaðingini, er sjálvir úrslit av spjaðing i Venstre í 1905, býarintellektuellu og húsmenninir fóru frá, eftir vóru bøndirnir í Venstre, sum teir seinnu árini siga forvæl til og søkja at býunum, teirra akilleshælur, so fleiri avskallingar frá sosialdemokratinum, sum í flestu førum fóru til vinstrusíðu, um Glistrupflokkurin ikki verður roknaður frágingin høgravonginum í sosialdemokratunum og ella Dansk Folkeparti, og í sentrumsdemokratarnir til høgru.

Av hesum er mest samanborið við sentrumdemokratarnar, tí teir brutu við sosialdemoktatarnir, tí teir hildu flokkin, ávirkaðan av vinstraonginum, at hava farið ov langt til vinstru.

Munurin her fer kanska at kunna sigast at vera, at sentrumsdemokratarnir tóku veljarar frá vinstrusíðu og drógu til høgru inn móti miðjuni, meðan Nýsamgongan tekur flestu veljarar frá høgra og dregur inn móti miðjuni.

 

Møguleikar

Í sjálvum navninum liggur ein fráboðan um nýgggjar samgongumøguleikar sum ætlan t.e. yvir miðjuna.

Um flokkurin veruliga kemur inn við 20 fólkatingslimum, seinastu kanningar vísa 14, sum summar kanningar týða á, mest vónríku 29 beint í byrjanini, so er ein høvuðsuppgáva hjá flokkinum eydnast, at fáa danska fólkaflokkin út sum avgerandi flokk í stjórnarmøguleikum. Ein automatisk fylgja verður heilt víst eitt formansskifti í Radikalu innanfyri stutta tíð, eitt ólokið talv frá síðsta fólkatingsvali, har tað eyðnaðist radikalu at kapra nógvar radikalar vinstravongsveljarar, sum bjargaði formanskvinnuni har frá sekking, so formaðurin í SF ístaðin og óvæntað reyk.

Ein orsøk til nýroyndina kann eisini júst síggjast sum ein fylgja av tí. Fasta tilknýtið hjá Radikalu til sosialdemokratarnar.

Væntast kann at nýggja flokssamgongan í hvussu so er fer eftir førimuni at útnytta fyrimunaliga støðu sína, sum søguliga er støðan hjá Radikalu, at hava avgerandi lut sum sjálv miðjan.