Nú skal ikki sparast meir á almannaøkinum.
Tað staðfestir Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Í Løgtinginum í gjár slóð hon nevan í borðið og segði, at nú er nokk spart í almannaverkinum.
Tað segði hon í sambandi við, at løgtingið viðgjørdi uppskot hennara um at avtaka lógina um, at pensjónir og allar aðrar almannaveitingar, automatiskt hækka trý prosent um árið fyri at leggja upp fyri príshækkingum.
Hetta fer at spara landskassanum 12 milliónir um árið.
Men tinglimir fyri samgonguna gjørdu púra greitt, at hendir tað, at samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum føra til lønarhækkingar, skulu pensjónirnar eisini hækka tilsvarandi.
Samstundis hevur samgongan gjørt púra greitt, at útreiðslurnar hjá landskassanum til lønir skulu ikki vera hægri næsta ár, enn tær eru í dag.
Tað merkir, at enda lønarsamráðingarnar við lønarvøkstri, skal tilsvarandi upphædd sparast aðrastaðni á fíggjarlógini.
Almannaøkið er rættiliga umfatandi og dýrt og har eru nógv inntriv gjørd seinastu tíðina fyri at spara pening.
Á tingfundinum í dag varð Rósa Samuelsen beinleiðis spurd, hvat hennara pínumark liggur fyri sparingum á almannaøkinum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum gjørdi púra greitt, at hækka lønirnar og hækka pensjónirnar samsvarandi, so at sparingar skulu setast í verk, skal tað í hvussu so er ikki vera á almannaøkinum, at fleiri sparingar skulu gerast.
- Har sigi eg stopp, staðfesti hon avgjørd.