Nú er skjøtil settur á kanningina, sum samgongan fyrr í summar avtalaði at seta í verk av fíggjarligur viðurskiftunum í føroyska heilsuverkinum.
Landsstýrið hevur gjørt av at biðja danska ráðgevaravirkið, Valcon, gera kanningina og sum tað sæst í hinari greinini á síðuni, er arbeiðssetningurin gjørdur og sendur ráðgevaranum.
Og talan skal vera um eina rættiliga djúptøkna kanning, har øll tey fíggjarligu viðurskiftini í heilsuverkinum, skulu undir sjóneykuna.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, sigur, at beinleiðis orsøkin til kanningina, er, at útreiðslurnar til heilsuverkið eru ógvusliga hækkaðar seinastu árini, men hóast tað, hava sjúkrahúsini kortini brúkt munandi meiri enn tey hava fingið játtað á fíggjarlógini.
Kanningin skal fevna um fíggjarviðurskiftini frá 2003 til 2008 og endamálið er at kortleggja út í æsir øll tey fíggjarligu viðurskiftini í heilsuverkinum á teimum trimum sjúkrahúsunum.
- Hetta er ein fíggjarætlanar-kanning, sum skal avdúka um vit fáa nóg mikið fyri tann pening, sum Løgtingið hvørt ár játtar heilsuverkinum, sigur landsstýrismaðurin.
- Hinvegin skal kanningin eisini vísa um vit í veruleikanum áttu at játta meiri pening til heilsuverkið við atliti at teimum krøvum, vit seta til tað.
- Kanningin skal eisini avdúka, um heilsuverkið er nóg væl skipað við trimum sjúkrahúsum og um sjúkrahúsini hvør sær hava skipað seg nóg væl og somuleiðis um samskipanin ímillum tey trý sjúkrahúsini er nóg góð.
Hinvegin er endamálið við kanningini eisini at avdúka, hví játtanirnar eru hækkaðar so nógv hesi síðstu árini og ikki minst, hví tað hevur gingið so illa hjá sjúkrahúsunum at halda játtanirnar á fíggjarlógini.
At enda er ætlanin, at ráðgevaravirkið skal samanbera útreiðslurnar til føroyska heilsuverkið við útreiðslurnar til heilsuverkið í økjum, vit kunnu samanbera okkum við, eitt nú í Íslandi, í Álandi, Í Gotlandi og á Bornholm.
- Samstundis skal gongdin í játtanunum til heilsuverkið í Føroyum hesi seinastu árini, samanberast við gongdina í hinum økjunum, sigur Hans Pauli Strøm.
- At enda skal kanningin samanbera útreiðslurnar til heilsuverkið í Føroyum við útreiðslurnar í hinum norðurlondunum eftir bruttotjóðarúrtøkuni og ráðgevaravirkið skal somuleiðis geva eitt boð upp á, hvussu gongdin í útreiðslunum kunnu væntast at verða tey næstu árini.
Og fyri at taka samanum, skal ráðgevaravirkið eisini evna til nøkur uppskot um, hvussu fíggjarviðurskiftini í heilsuverkinum kunnu fáast í eina betri og tryggari legu.
Ávirkan næsta ár
Landsstýrismaðurin í Almanna-og heilsumálaráðnum, sigur, at kanningin skal vera liðug mitt í oktober í ár.
Og leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum og almenna umsitingin annars, hevur skyldu at lata ráðgevarunum teir upplýsingar, biðið verður um.
Hann sigur, at av tí at úrslitið av kanningini kemur so seint, er tað heilt ósannlíkt, at tað fer at fáa nakra ávirkan á raksturin av heilsuverkinum í ár.
- Men tað er heilt givið, at úrslitið fer at fáa ávirkan á játtanina á fíggjarlógina fyri næsta ár, ger hann púra greitt.
Tað verður ein stýrisbólkur úr Landsstýrinum, sum skal manna stýrisbólkin í sambandi við kanningina. Í honum sita Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum, sum verður formaður. Hinir báðir limirnir eru Poul Geert Hansen, aðalstjóri í almanna-og heilsumálaráðnum og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.
Valcon er kent ráðgevaravirkið og hesi bæði seinastu árini, er tað kosið ársins ráðgevaravirki í Danmark.
Tann, sum vil hava meiri at vita um Valcon, kann leita sær upplýsingar á www.valcon.dk
Arbeiðssetningurin
Hetta er arbeiðssetningurin, sum danska ráðgevaravirkið, Valcon, hevur fingið, nú tað fer undir eina djúptøkna kanning av fíggjarligu viðurskiftunum í føroyska heilsuverkinum 1) Økonomistyring:
Analyse af økonomistyringen samt identificering af hovedårsagerne til stigningerne i udgifterne og merforbruget i forhold til bevillingerne.
2) Budgetproces:
Analyse af budgettprocessen, herunder vurdering af sammenhængen mellem aktiviteten og det tildelte budget på finansloven.
3) Benchmarking:
a) Sammenligning af udgiftsniveauet og udviklingen i udgifterne til driften i forhold til udgifterne i andre lande/geografiske områder som Island, Åland, Gotland og Bornholm.
b) Sammenligning af de nationaløkonomiske udgifter til sygehus- og sundhedsvæsen på Færøerne i forhold til andre nordiske lande - opgjort som andel af BNP, BNI og pr. person, samt forventninger til kommende års udvikling i udgifterne til sundhedsvæsene, f.eks. baseret på oplysninger fra OECD eller lignende.
4) Forslag til forbedringer:
På baggrund af analysen i hendhold til punkt 1-3 skal der udarbejdes et begrundet forslag til forbedring af de økonomiske og styringsmæssige forhold samt af budgetprocessen.