Nú skal Johan Dahl endavendast

Sambandsflokkurin hevði seinnapartin fríggjadagin fund um framtíðina hjá Johan Dahl sum landsstýrismanni í fiskivinnumálum

Søgurnar um ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl gerast fleiri og fleiri í tali. 44 ára gamli Fiskimálaráðharrin hevur róð ein tungan róður seinastu vikurnar og sessurin hjá nýggja landsstýrismanninum gerst heitari og heitari fyri hvørja viku sum gongur.
Í samband við ivasama leiklutin hjá Johan Dahl í fleiri málum kallaði Sambandsflokkurin til fundar seinnapartin fríggjadagin. Formaður floksins sigur, at ætlanin var at viðgera málini, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum um fortíðina hjá Johan Dahl.
?Vit fara at viðgera 80 ára frágreiðingina, Vágs Skipasmiðju, Kollafjord Pelagic og málið um einkjuna, sigur Alfred Olsen

Seinasta skotið
Fjølmiðlarnir hava seinastu vikurnar kannað fortíðina hjá Johan Dahl og seinasta skotið er hansara ivasami leiklutur í samband við Nautilus. Í viðtalu við Fregnir langar Inge Krause Jensen eftir Johan Dahl fyri at hava forpestað sítt lív. Inge Krause er einkjan eftir Carl á Lag, sum saman við Johan Dahl og Petur Nolsøe var við í verkætlanini Nautilus.
Nautilus bar seg ikki og teir tríggir hingu upp á eina stóra skuld. Bæði Petur Nolsøe og Carl á Lag máttu kautionera fyri Johan Dahl, tí landsstýrismaðurin hevði ikki pening fyri sína skuld. Eftir Carl á Lag doyði, arvaði konan Inge Krause skuldarbindingarnar og kautionirnar í samband við Nautilus og hon hevur síðan goldið skuld, sum Johan Dahl ikki vil rinda.