Nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, gjørt av at friða lundan, tí stovnurin er so illa fyri.
Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann biðjur um loyvi til at friða fugl í ávís tíðarskeið, tá ið ein fuglastovnur er illa fyri.
Hann sigur, at beinleiðis orsøkin til at hann biðjur um hesa heimildina, er, at lundastovnurin er sera illa fyri og tískil eigur at verða friðaður eitt tíðarskeið.
Hann staðfestir, at kanningar vísa, at lundin hevur aldrin verið so illa fyri, sum nú og nú er alneyðugt at avmarka veiðuna tey næstu árini, til stovnurin er komin fyri seg aftur.
Men hann leggur dent á, at tað er týdningarmiki, at friðingin ikki er varandi, men bert verður galdandi í eitt ávíst tíðarskeið, tí annars er vandi fyri, at mentanin at veiða fugl dettur burtur.
Men er tað neyðugt, kann tíðarskeiðið leingjast so hvørt.
Ætlanin hevur verið til hoyringar hjá Náttúrugripasavninum, sýslumonnunum,
Búnaðarstovuni, Bóndafelag Føroya, Føroya Óðalsfelag, Útoyggjafelagnum og
Fuglafrøðifelagnum, sum øll taka undir við hesum, tí lundastovnurin er illa fyri.