Arbeiðið at nútímansgera ferðsluviðurskiftini við Marknagil fer nú í gongd. Í morgun er sáttmáli undirskrivaður við byggifyritøkuna KONSAX um arbeiðið at breiðka Marknagilsvegin, skrivar Tórshavnar kommuna í dag.
Arbeiðið strekkir seg frá Dánjalstrøð til og við íbindingina undir Gráasteini.
Sáttmálaupphæddin er kr. 10.382.000 umframt MVG. Arbeiðið byrjar beinanvegin og er ætlað liðugt 1. september 2019.
Miðað verður ímóti, so vítt møguligt alla tíðina meðan arbeitt verður, at hava tvær koyribreytir opnar, soleiðis at ferðslan verður tarnað minst møguligt. Tað skal vera pláss fyri høgra- og vinstrasvingsbanum, og vegabanum, sum ganga beint fram.
Sum partur av hesi verkætlan verða tvær ljósreguleringar eisini settar upp, boðar Tórshavnar kommuna frá.