Nú skal oljutangin hjá tær skiftast regluliga

Seinast í 2022, mugu heilt nógvir sethúsaeigarar hava fingið sær nýggjan oljutanga

Nú verður ein kunngerð sett í gildi við tí endamáli at forða fyri, at oljutangar hjá sethúsum fara at leka og dálka náttúruna.

 

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur nú gjørt eina kunngerð, sum verður lýst í næstum, og í henni verður staðfest, hvussu farast skal fram, tá ið oljutangar verða keyptir, og nær teir skulu skiftast.

 

Hetta er galdandi fyri allar tangar, til færri enn 6000 litrar og ein partur av kunngerðini er, at nú skulu kommunurnar skráseta allar oljutangar fyri at vita, hvussu gamlir teir eru.

 

Allir tangar, har tað ikki ber til at staðfesta, hvussu gamlir teir eru, skulu vera skiftir í seinasta lagi tann 1. januar í 2022. Men annars skulu allir tangar góðkennast, áðrenn teir verða settir til, og annars skulu teir skiftast eftir eini fastari skipan, alt eftir, hvørjum tilfari, tangarnir eru úr, og um teir eru niðurgrivnir ella standa oman á.

 

Men tey sløgini av tangum, sum halda stytst, skulu skiftast í seinasta lag 20 ár eftir at teir eru gjørdir, og teir, sum vera mettir at halda longst, kunnu standa í 50 ár, áðrenn teir skulu skiftast.

 

Stáltangar, sum standa oman á skulu skiftast eftir hesari skipan:

Stáltangar, sum eru vardir fyri tæringi innan, skulu skiftast í seinasta lagi 40 ár eftir at teir eru gjørdir, og aðrir stáltangar kunnu standa í 30 ár. Men onnur sløg av tangum kunnu bara standa í mesta lagi í 20 ár, so skulu teir skiftast.

 

Niðurgrivnir tangar skulu skiftast soleiðis:

Stáltangar, sum eru vardur fyri tæringi innan og uttan, kunnu verða í nýtslu í mesta lagi í 50 ár, so skulu teir skiftast.

 

Stáltangar, sum ikki eru vardir fyri tæringi innan, skulu skiftast í seinasta lagi eftir 40 árum. Men stáltangar, sum eru vardir uttan við polyester, sum er styrkt við glastrevjum, men sum ikki eru góðkendir, skulu vera skiftir í seinasta lagi 1. januar í 2022.

 

Annars eru reglur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið tangar, ella rør, fara at leka og krøv verða eisini sett til tey, sum fylla á tangan, um at ansa eftir, at vandi ikki er fyri, at olja lekur í náttúruna.

 

Tað verður kommunan, sum fær eftirlitið við tangunum og hon kann geva boð um, at tangar skulu umvælast, flytast, ella takast upp og skiftast.