Frans pávi fer í næstu viku at lata seg koppseta. Tað ger hann fyri at vísa á, at neyðugt er, at fólk lata seg koppseta. Pávin heldur lítið um tey, sum nokta at koppseta seg.
Hetta skrivar tíðindastovan AFP.
Pávin hevur áður verið óvanliga atfinningarsamur ímóti teimum, sum royna at sleppa undan at fylgja koronutilmælum í Italia, og nú ynskir hann at ganga á odda fyri at vísa, at fólk skulu lata seg koppseta.
Sambært Reuters eru Elizabeth drotning í Stórabretlandi og maðurin Philip í dag koppsett ímóti covid-19. Elizabeth er 94 ár, og Philip er 99 ár.
Margretha drotning hjá føroyingum varð koppsett nýggjársdag.