Nú skal skúlin byggjast

Nú verður farið undir at byggja nýggja skúlan við Streymin.

 

Stóra verkætlanin, ið umfatar ein skúla og ítróttarhøldd, skal gerast av Sp/f Jóan Petur Vang, ið, átti lægsta tilboðið, ið var áljóðandi 62.6 milliónir. 

 

Sáttmálin bleiv undirskrivaður í gjár av Heðini Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu, og Jóan Petur Vang, timburmeistara.

 

Nýggi skúlin skal takast í nýtslu við skúlabyrjan 2019/20. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja hálvan mei í ár.

 

Seinasta uppgerð vísir, at í Sunda kommunu búgva 1731 fólk, harav 308 eru í skúlaaldri.