Arbeiðseftirlitið hevur sannført klaksvíkingar um, at skúlin á Ziskatrøð ikki er í vanda fyri at detta omanyvir næmingar og lærarar, men tó er eingin ivi um, at skúlabygningurin er í ógvuliga vánaligum standi. Ja, so vánaligur, at klaksvíkingar eru farnir at skammast av honum. Men nú skal vend koma í. Jógvan Lützen frá mentannarnevndini í Klaksvíkar Kommunu sigur, at ætlanin er at fara undir at umvæla skúlan fyri einar 16 milliónir krónur.
Skúlin niðurprioriteraður
Skúlin í Klaksvík hevur leingi verið niðurprioteraður. Tað er hetta, ið er orsøkin til, at einki er gjørt við skúlan á Ziskatrøð so leingi, sigur Jógvan Lützen, formaður í mentannarnevndini í Klaksvík. Hann
sigur, at tað hevur verið sera torført at fáa politisku skipanina at skilja, at neyðugt er at fara undir umfatandi umvælingararbeiði av skúlanum á Ziskatrøð. Men hann fegnast um, at hetta nú hevur eydnast, og heldur hann seg síggja eina vend í sosialpolitikkinum í Klaksvík. Tí kommunalpolitikkararnir tykjast alt meira samdir við uppskotunum hjá mentannarnevndini.
Skúlin undir Fossum ov stór ætlan
Í áttatiárinum var ein nýggjur skúli teknaður. Hesin skuldi liggja undir Fossum, og ætlanin var mett at kosta 100 milliónir. Hetta heldur Jógvan Lützen var ein ov stór ætlan, og hann fílist á, at tað altíð verður hugsað so stórt.
Tá ætlanin um skúlan undir Fossum varð gjørd, komu niðurgangstíðir, og tíbetur varð eingin skúli bygdur. Men rúsurin um tann nýggja skúlan hevði gjørt, at kommunan púrasta gloymdi alt viðlíkahald av skúlanum á Ziskatrøð, og soleiðis hevur verið líka til fyri stuttum, sigur formaðurin í mentanarnevndini í Klaksvík.
Kemur at kosta 16 milliónir
Í 1992 varð peningur settur av á fíggjarlógini hjá Klaksvíkar Kommunu at nyta til at tekna upp, hvat gerast skuldi við skúlan á Ziskatrøð. Byrjað var at gera auluna, men hetta arbeiðið gekk ikki so væl, so tað steðgaði. Síðani varð farið undir eina elevatorskakt, ið enn ikki er heilt liðug. Men Jógvan Lützen vísir á, at nú verður farið meira álvarsliga til verka. Hann sigur, at 1,3 milliónir krónur standa til reiðar at nyta til skúlan, og síðani eru settar 1,7 millónir krónur av á fíggjarlógini fyri í ár. So tilsamans eru 3 milliónir tøkar til at umvæla skúlan fyri í ár. Ætlanin er at halda fram at nyta tríggjar milliónir um árið yvir longri tíð, til skúlin er heilt liðugur um eini fyra til fimm ár, so kostnaðurin er mettur til einar 16 milliónir krónur.
Umvælingararbeiðið av skúlanum á Ziskatrøð er longu byrjað. Takið er skift, og nú verða vindeyguni skift. Tað er byggifelagið Kanjon, ið stendur fyri arbeiðinum, ið Fuglø Arkitektar leggja til rættis. Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at orsøkin til, at Fuglø Arkitektar eru bidnir um at leggja arbeiðið til rættis er, at mett varð ikki, at kommunan sjálv megnaði at fara undir arbeiðið.
Fyrst gjørdur uttan
Ætlanin er, at skúlin fyrst skal setast í stand uttan, so hann gerst ein vakrari byarmynd, og ikki, sum nú, ein skamblettur fyri byin. Skúlin kemur ikki, eins og nú , at vera ein keðiligur betong bygningur, men verður klæddur við vøkrum klædningi.
Tá arbeiðið uttan er liðugt, verður farið at endurnyggja skúlan innan úr øðrum enda í annan.
Jógvan Lützen sigur, at eingir hølistrupulleikar eru í skúlanum á Ziskatrøð, tí hann er so stórur. Hann vísir tó á, at nyggja fólkasúlalógin krevur serstøk undirvísingarhøli, men sigur at pláss er fyri hesum í skúlanum á Ziskatrøð. Tó sigur hann, at hølistrupulleikar eru í skúlanum við Ósánna.