Tað er ein rættilig urskóg av sakarmálum savnað í eitt í landsrættinum í dag.
Sonevnda TAKS-málið er endað í Eystara Landsrætti, og málini á rættarlistanum eru TAKS móti Bjørn á Heygum, Rodmundur Nielsen móti TAKS í øðrum lagi móti P/F Wenzel, P/F Wenzel móti Rodmundi Nielsen, í øðrum lagi móti TAKS, TAKS móti Rodmundi Nielsen og TAKS móti P/F Wenzel.
Í morgun er tíðin farin við at dokumentera skjølini í ymsu málunum, og tað hevur tikið drúgva tíð.
Spurningurin um heimildina at krevja inn MVG av skrásetingargjaldinum tók seg upp í 2006, tá ein bileigari, ið hevði keypt bil sín 14. apríl í 2005, sendi TAKS skriv, har hann kravdi MVG av skrásetingargjaldinum afturgoldið.
Hann hevði keypt bilin fyri 286.000 krónur, og av hesum var MVG av skrásetingargjaldinum 16.400 krónur. Hetta skrivið var dagfest 10. mars 2006.
TAKS er skjótt at svara og vísir aftur kæruni við teirri grundgeving, at teir siga seg hava heimild til at krevja inn MVG’ið.
Bileigarin gevst tó ikki og sendir kæru til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Og nú ber til.
Skatta- og avgjaldskærunevndin gevur kæraranum rætt og staðfestir, at heilild finst ikki í lógini at krevja nevnda MVG inn. Hetta boðar kærunevndin kærara og TAKS frá. Hetta hendir 22. oktober 2006.
Góðtaka ikki
TAKS tekur avgerðina til eftirtektar, og í skrivi til kæraran boðar TAKS frá, at peningurin, 16.400 krónur, verður goldin fyrsta dagin. Men í sama skrivi boðar TAKS eisini frá, at kærarin skal vera klárur at gjalda peningin aftur til TAKS, um stovnurin vinnur sakarmálið, sum teir leggja fyri Føroya Rætt.
TAKS heldur fast um, at heimild var at krevja MVG av skrásetingargjaldinum, hóast Skatta- og avgjaldskærunevndin ímillum annað í síni grundgeving vísti á, at heldur ikki politiski myndugleikin metti, at nøkur heimild fyrilá.
Skatta- og avgjaldskærunevndin vísir á, at júst hetta var orsøkin til, at politiski myndugleikin broytti lógina um skráseting av bilum. Í viðmerkingunum í broytingunum verður hetta týðiliga sagt.
Men TAKS vildi sum nevnt ikki góðtaka hetta, og koyrdi málið í Føroya Rætt. Hetta vísti seg tó at vera til fánýtis, tí Føroya Rættur kom til júst somu niðurstøðu sum Skatta- og avgjaldskærunevndin, nevniliga at eingin heimild fanst fyri innkrevjingini av MVG av skrásetingargjaldinum.
Men hóast tvær klárar avgerðir, valdi TAKS kortini at royna málið á hægri stigi, og tað verður so viðgjørt í Eystara Landsrætti í dag.
Kann kosta dýrt
Sum sagt er fyrraparturin farin við at dokumentera skjølini í málinum, og tað er sakførarin hjá TAKS, ið hevur lagt hetta fram.
Vantandi heimildin snýkti seg inn í lógina, tá henda varð broytt í 1999 við virkni frá 1. mai. Alt tíðarskeiðið fram til 2005 hevur skipanin so virkað soleiðis, at bilasølurnar av sær sjálvum hava kravt MVG av skrásetingargjaldinum, og ikki fyrr enn politiska skipanin varnast, at heimildin at krevja gjaldið inn vantar, og hesin fyrsti bileigarin kærir, verður ljós varpað á trupulleikan.
Dómurin í málinum kann koma landskassanum illa við, og avgerandi í málinum er, hvat teir tríggir landsrættardómararnir siga til fyrningarfreistina. TAKS sigur, at málini eru fyrnað, meðan pástandurin hjá Bjørn á Heygum er, at málini ikki eru fyrnað.
Tað eru umleið 230 bileigarar, sum hava gjørt vart við seg, og hjá teimum er eingin trupulleiki. Stóri trupulleikin er, um dómurin gongur Bjørn á Heygum á møti um at málini iikki eru fyrnað, tí tá verður talan um túsundtals bileigarar, sum hava keypt bil í tíðarskeiðinum frá 1. mai 1999 til 28. apríl 2005.
Tað ber sjálvandi ikki til at siga nakra nágreiniliga upphædd, men tøl sum eitt stað millum 100 og 120 milliónir krónur hava verið frammi.
Seinnapartin eru prosedururnar, men dómur fellur neyvan í málinum fyrr enn einaferð í næstu viku.