Nú skal stríðið enda

Nú skal fløkjan greiðast í Sjálvstýrisflokkinum. Kári á Rógvi heitir á Kára P. Højgaard um at stilla upp til formansvalið í oktober. – Verður hann valdur, stuðli eg sjálvsagt avgerðini, sigur Kári á Rógvi

Nú er lagt upp til stríðsval um formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum. Tað verður ætlandi endabresturin av stríggu toganini um fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum.
- Tað hevur verið hvassorða stríð í fjølmiðlunum. Eg mæli við hesum til at loysa knútin á røttum stað. Tað er á árliga landsfundinum, sigur Kári á Rógvi.
Formaðurin vil hava Kára P. Højgaard at stilla upp til á komandi formansvali. Tá kann flokkurin taka støðu, hvør skal standa við róðrið næsta árið.

Mælir til frið
Eftir viðtøkunum hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur formaðurin fyri vali á hvørjum regluligum aðalfundi, sum verður hildin saman við landsfundinum í oktober á hvørjum ári.

Tað var væntandi, at ein formansuppgerð fór at taka seg upp í Sjálvstýrisflokkinum í fjør, eftir stóru útskiftingina av persónum í fremstu røð í flokkinum. Kári á Rógvi tók við sum formaður eftir Kára P. Højgaard í fjør.
- Síðani hava álitisfólk floksins stríðst fyri at fáa flokkin aftur á beint sum liberalan tjóðskaparflokk, limafeløgini eru fingin at virka, ungmannafelagið er endurstovnað, og valskrá er samtykt, sigur Kári á Rógvi.

Kári P. Højgaard valdi ikki at stilla upp í fjør, og tí var einki orðaskifti á landsfundinum um linjuna hjá flokkinum. Tað var ein trupulleiki.

- Eg var bara valdur við lógvabrestum. Kári P. Højgaard tykist ikki at hava góðkent valið í fjør, og serliga ikki at kunna góðtaka felags avgerðir um at føra miðvísan politikk við langtíðarsemjum við aðrar flokkar um at náa málum á framburðsleið og sjálvstýrisleið. Tað harmar meg, tí formaðurin skal hava bestu arbeiðsumstøðurnar, meðan hann er formaður. Hann skal hava frið at arbeiða. Støðan skal eftirmetast og viðgerast á landsfundinum, ikki í fjølmiðlunum, sigur Kári á Rógvi. Hann sigur seg harmast støðuna, sum er íkomin, tí hetta er ikki spennandi fyri tey, sum hava fyrireikað flokkin til tey bæði komandi valini.

Tí heitir verandi formaðurin á fyrrverandi formanninum at um stilla upp á aðalfundinum í oktober.
- Vit eru bara ósamdir um fiskivinnupolitikkin, annars hava vit samstarvað væl. Vit kunnu væl vera í sama flokki eftir eitt formansval. Verður hann valdur, stuðli eg sjálvsagt avgerðini, sigur Kári á Rógvi formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

Stríðið
Tað er opið stríð millum partamenninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag og meirilutin av nevndini í Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur átalað framferðini hjá Kára á Rógvi, sum við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25-nevnd. Endamálið var at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini.
- Felagið stendur einmælt aftan fyri fiskivinnupolitisku áskoðanini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húkaflotan, soleiðis sum stevnuskrá floksins eisini sigur, boðaði felagið frá.
Landsnevndin staðfesti hinvegin, at Kári á Rógvi førir politikkin, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur viðtikið.
- Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins er kallað til fundar um ta óhepnu støðu, at ivi er sáddur um politikk floksins. Staðfestast kann, at floksformaðurin fult og heilt hevur hildið seg til stevnuskrá floksins, bæði viðvíkjandi búskaparliga burðardyggari fiskivinnu og stig fyri stig sjálvstýriskósini, segði Jan Asbjørnsson Joensen, landsnevndarformaður, í síðstu viku.
Kári P. Højgaard vildi ikki siga í síðstu viku, um hann stuðlaði Kára á Rógvi sum formanni.