Nú skal tænastan betrast

SL hevur tikið avgerð um, at nú skal betrast um tænastuna á farleiðum teirra kring landið. Byrjað verður við Suðuroyarfarleiðini hjá Smyrli, og í hesum sambandi verður í løtuni gjørd ein brúkarakanning við spurnarbløðum

Stjórin í SL, Reidar Nónfjall, ásannar, at viðskiftafólk stovnsins ikki altíð eru líka væl nøgd við tænastuna, ið verður veitt teimum. Men samstundis sigur hann, tað sjálvsagt ikki bera til at betra um tænastuna, um ikki verður farið út til viðskiftafólkini fyri at vita, hvat tað er, tey kundu hugsað sær betur. Tískil hevur SL tikið avgerð um, at gera eina brúkarakanning. Í fyrstu atløgu umfatar hon bert Suðuroyarsiglingina, men hugsandi er, at slíkar brúkarakanningar eisini verða gjørdar fyri aðrar farleiðir.


Nøktandi fyri øll

Brúkarakanningin hjá SL verður gjørd í sambandi við, at nýggj ferðaætlan, ið fær gildi 1. november, skal gevast út. Endamálið við kanningini er greitt. Hon skal gera ferðaætlanina millum Suðuroynna og Tórshavn nøktandi fyri so nógvar málbólkar sum gjørligt.

Kanningin er í tveimum pørtum. Einum, ið umfatar vinnuna og einum, ið umfatar vanligu ferðafólkini. Tann parturin, ið umfatar vinnuna er skipaður soleiðis, at spurnarblað er sent 134 vinnuligum fyritøkum og handlum í allari Suðuroynni, soleiðis at ein heildarmynd kann gerast av tørvinum og viðurskiftunum annars viðvíkjandi flutningi við SL.

Spurnarblaðið, ið sent er vinnuni, er skipað av 6 høvuðsspurningum. Fyrst verður biðið um navn og bústað hjá fyritøkuni. Síðani verður spurt, hvørjir dagar og nær fyritøkan nýtir sambandið millum Suðuroynna og Tórshavn ella øvugt. Í triðja høvuðsspurninginum verður spurt, hvat slag av farmaflutningi fyritøkan vanliga flytir og hvussu stóra nøgd í tonsum talan er um mánaðarliga. Í fjórða spurninginum verður spurt, um verandi farmaflutningsskipan er vánalig, nøktandi, góð ella sera góð. Síðani skal eisini grundgevast, hví fyritøkan til dømis heldur verandi farmasflutningsskipan vera vánaliga. Í fimta teiginum verður spurt um møguligir vansar ella fyrimunir við at sigla á Vág mitt í viku og í sætta og seinasta spurninginum verður biðið um uppskot til broytingar av verandi ferðaætlan.

Spurnarblað teirra ferðandi er eitt sindur øðrvísi skipað enn tað til vinnuna. Hesi spurnarbløðss liggja til taks umborð á Smyrli og verða tey ferðandi biðin um at svara teimum og lata tey inn í kioskina áðrenn farið verður í land. Á hesum spurnarbløðum skal hvør einstakur ikki skriva navn. Krossast skal av, hvørt tú ert maður ella kvinna, og síðani skal krossast av, hvønn aldursbólk tú hoyrir til. Síðani skal skrivast nær tú komst umborð, hvussu ofta tú siglir og hvar tú býrt. Men hetta er ikki alt. 10 spurningar eru á spurnarblaðnum, har svarast skal, hvussu tú ert nøgdur við talið av fráferðum, hvussu fráferðirnar passa tær, hvussu komutíðirnar passa tær, hvussu Smyril passar til bussar og onnur skip, hvussu er við bíðitíðum millum skip og buss, um bíðiumstøðurnar við ferjubakkarnar eru nøktandi, um prísirnir fyri at ferðast við Smyrli eru nøktandi, um trygdin er nóg góð, um skipið heldur ferðaætlanina nóg væl og at enda hvussu tú ert nøgdur við longdina av ferðini. Til allar hesar tíggju spurningarnar eru fimm møguleikar at velja ímillum. Til ber at svara, at tú ert sera nøgdur, nøgdur, hvørki ella, ónøgdur ella sera ónøgdur.


Gerst betri

? Eg eri sannførdur um, at brúkarakanningin fer at gera okkum betri før fyri at veita eina betri tænastu. Seinastu ferðaætlanina, vit gjørdu, gjørdu vit eftir okkara bestu sannføring, men tað hevur víst seg, at fleiri eru ónøgd við hana. Einasti møguleiki fyri at betra um hetta, er at fara út til brúkaran og spyrja hann, hvat vit kunnu gera betri. Ikki fyrr enn tá ber til at gera so mongum sum møguligt til vildar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri í SL.

Reidar Nónfjall leggur afturat, at eftir hansara tykki, eru føroyingar alt ov stirvnir, tá tað kemur til at spyrja brúkaran eftir. Føroyingum dáma væl sjálvir at sleppa at leggja til rættis, men tað eru jú brúkararnir, ið skulu nýta tænastuna, og tí heldur hann tað vera sjálvsagt, at brúkararnir verða eftirspurdir. Hann vísir á, at hetta er nakað, ið er púra vanligt flestu aðrarstaðir í okkara parti av heiminum.


Setast í dátubásu

Freistin hjá vinnuni í Suðuroynni at lata SL spurnarbløðini aftur er sett til 6. september og ætlanin er, at spurnarbløðini umborð á Smyrli skulu liggja í einar 14 dagar. Eftir freistirnar verða svarini sett í dátubásu, ið roknar saman, hvørjar ábøtur eru mest neyðugar á Suðuroyarfarleiðini. Sostatt fær SL eina heildarmynd av tørvinum og kann gera tær broytingar, ið sýnast vera neyðugar.

Reidar Nónfjall sær kanningina av Suðuroyarleiðini sum byrjanina til eina betran av øllum virkseminum hjá SL. Ætlanin er nevniliga at fara undir slíkar kanningar á øðrum leiðum, so tað so líðandi fer at bera til at laga fólka- og farmaflutningin hjá SL til brúkararnar.