Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur tikið stig til at lætta um lóggávuarbeiðið, boðar Løgmansskrivstovan frá.
Í einum dagførdum rundskrivi um lógarsmíð verður greiðiliga greitt frá, hvussu løgtingslógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Eisini fæst innlit í, hvørji krøv verða ásett til innihaldið í viðmerkingum til hesi uppskot.
- Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið hjá stjórnarráðunum og stovnum undir landinum. Vit hava tí sett rundskrivið upp soleiðis, at tað eisini kann nýtast sum eitt uppslagsverk. Í tekstinum verður greitt í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu tey ymisku uppskotini skulu setast upp tøkniliga. Fleiri av dømunum í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum, men tey eru eisini lagað til, so at tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, ið verða settar í hesum rundskrivinum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.
Við rundskrivinum eru mestsum allir tættir innan lógarsmíð nú samlaðir á einum staði.
Í stuttum verður nomið við, hvussu tú setur upp kunngerðir, broytingarkunngerðir, ríkislógartilmæli og eisini er ein serstakur partur um at uppseta uppskot til samtyktar frá landsfyrisitingini.