Jóan Pauli Poulsen
----
Ingolf S. Olsen hevur í Sosialinum, nr.11, tvinnanda samrøðugreinir í eini greinarøð undir yvirskriftini “fiskivinnunýskipan“ , onnur har Jacob Vestergaard í sínum lagi sigur seg vilja víðka verandi lóg um vinnuligan fiskiskap við umsetiligum veiðiloyvum enntá millumbólka, og hin har Kjartan Hoydal tvørturímóti vil forbjóða øllum sínámillum handli við veiðiloyvum og fiskidøgum og føra lógina aftur í upprunalíki. Báðir eru á einum máli um, at veiðiloyvi og fiskidagar framhaldandi skulu lutast tilnevndum reiðarum ókeypis samsvarandi vinnupolitiskum meginreglum, sum fyrisiting og vinna hava gott skil til.
Eitt er, at verandi lóg er tíðaravmarkað og tí skal endurskoðast. Men lýtaleys er hon ikki.
Jacob Vestergaard er við síni ætlan komin í neyð av grommum útlendskum kapitali, ið vil ogna sær rættin til tey ókeypis føroysku veiðiloyvini. Men hetta er jú vansin við umsetiligum loyvum, sum eisini hongur uppi við innlendskum kapitali, sigur Kjartan Hoydal. Tí velur hann ta upprunaligu penga- og kapitalfríu lógina við onkrari herdari forboðsorðing at nýskipa við. Skuldi ein reiðari t.d. ikki fingið brúkt sítt tillutaða veiðiloyvi at fiska við, so skal hann lata Fiskivinnumálaráðnum tað innaftur. Fiskivinnufyrisitingin kann so, sum nakað nýtt, selja tað til hægstbjóðandi. Sic!
Annars er tann upprunaliga lógin um veiðiloyvi og fiskidagar góð, burtursæð frá, at hon er ikki góð at fyrisita. Dømi er um skipabólk, sum hevði veiðiloyvi, men ikki fiskidagar í heimasjógvi, sum strongdi so á fyrisitingina, at hon ikki orkaði at standa ímóti. Og ikki er mætari við fiskidagaásetingini. Upprunaliga stóð hon á vísindaligari grund, men er komin í bland við stovnsmetingarnar hjá Havstovuni, so fiskidagarnir verða latnir hareftir, mest sum upp á kvamsvís.
Tað besta við lógini, leggja báðir dent á, er tó, at vinnan við henni hevur vissu fyri tryggum lógarkørmum at virka og liva undir í einum annars hættisligum umhvørvi. At vinnan kortini hevur latið “prísirnar á skipum og loyvum og harvið kapitalkostnaðin hjá reiðaríunum at eksplodera”, sum hin umsetisinnaði Jacob Vestergaard so ramliga málber seg, er millum tað, sum komandi nýskipan skal bøta um. Eitt gott boð er at taka evstamarkið úr lógini og geva henni varandi gildi. Tíðin lekir jú eisini eksplosiónsskaðar, skilst.
Men nú er mannahugsan, at ein skilagóð nýskipan hevði verið, at hesi eftir øllum at døma virðismiklu vinnuloyvi, sum fyri 1994 í vanlukkumát stóðu øllum monnum frítt at royna, vórðu boðin út til hægstbjóðandi beinan vegin frá fyrstu hond, og eftirsíðan latið tey skift hendur í handli og vandli alt eftir, hvussu tað blíðkaði fyri hugaðum monnum. Júst sum við øðrum ríkidømi her á jørð, og tað uttan at givið eini illa sperdari fyrisiting eyka høvuðbrýggj.
Men nei. Hetta má takast við tí fyrivarni, sigur Kjartan Hoydal, at eingin í fiskivinnuni skilur slíka hugsan, tíansheldur hann sjálvur. Sostatt kann Jacob Vestergaard vera fullvísur í, at slík “skipan bara sær gott út á pappírinum hjá nøkrum, ið ikki ána, hvussu fiskivinnan fungerar í praksis”.
Hvør segði nýskipan?
Tórshavn, 31. januar 2014