Nýskipanin dregur út

Arbeiðsnevndin, ið hevur fingið til uppgávu at gera ein nýtt uppskot til fiskivinnulóggávu, verður ikki liðugt til tíðina. Tað upplýsti Kringvarpið í gjárkvøldið.


Eftir ætlan skuldi arbeiðsnevndin vera liðug við sítt arbeiði 1. august í ár, men við Kringvarpið sigur Johnny í Grótinum, formaður í bólkinum, at nevndin hevur heitt á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at leingja freistina.


Tað er óvist um ynskið hjá nevndini verður eftirlíkað, tí sjálvur hevur landsstýrismaðurin ongar viðmerkingar til umbønina. Við Kringvarpið sigur hann, at hann fyrst má síggja hvat nevndin biður um, áðrenn hann kann úttala seg.