Næskir norðurkoreanskir

Minni enn 20 metrar vóru millum eitt norðurkoreanskt jagaraflogfar og eitt amerikanskt kanningarflogfar. USA fer at mótmæla

NorÐurkorea-USA
Árni Joensen:

Amerikanska stjórnin fer at mótmæla, at fýra norðurkoreansk jagaraflogfør steðgaðu einum amerikanskum kanningarflogfari í altjóða loftrúmi yvir Japanska Havinum sunnudagin.
Sambært verjumálaráðnum Pentagon var eitt av teimum norðurkoreansku flogførunum minni enn 20 metrar frá amerikanska flogfarinum. Sagt verður eisini, at ein av teimum norðurkoreansku flogskiparunum nýtti radaran á ein slíkan hátt, at tað sá út, sum at hann ætlaði at leypa á amerikanska flogfarið.
Pentagon sigur, at norðurkoreansku flogførini fylgdu kanningarflogfarinum í 22 minuttir, áðrenn tey tóku seg burtur. Amerikanska flogfarið vendi aftur til støðina í Kadena í Japan.
Ein talsmaður hjá Pentagon segði í gjár, at kanningarflogfarið var á einari regluligari ferð, og at USA fer at mótmæla tilburðinum. Hann segði, at USA fer at ráðføra seg við síni sameindu í økinum, áðrenn mótmælið verður orðað.
Jeff Davis, sum er talsmaður hjá Pentagon, sigur, at seinasti tilburðurin av hesum slagnum var í 1969, men ta ferðina skutu norðurkoreansk flogfør eitt amerikanskt kanningarflogfar niður. Øll tey 31, sum vóru við amerikanska flogfarinum, doyðu.