Mikudag í farnu viku fóru Skúlafótbóltur av bakkastokki, tá fleiri enn 300 næmingar í 6. flokki byrjaðu hesa nýggju fótbóltskappingina í Føroyum. Komandi mikudag, 31. okt., er annað umfar á skrá, tá 4. flokkar úr skúlunum kring landið leggja leiðina til Vágs.
Tilsamans 17 lið og 125 næmingar í 4. flokki fara mikudagin at kappast í Skúlafótbólti.
Hjá fjórðu flokkunum er Skúlin við Løgmannabreyt best umboðaður við seks liðum. Síðani hevur Sankta Frans skúli í Havn tvey lið, eins og Stranda skúli, Tofta skúli og Vágs skúli. Sumbiar skúli, Trongisvágs skúli og Frískúlin Keldan hava eitt lið hvør við í kappingini í Vági.
- Fyrsta umfarið var heilt fantastiskt og vit gleða okkum til at taka ímóti 4. flokkunum, sum koma suður ónsdagin, sigur Jón Pauli Olsen, sum er ein av fyriskiparunum av Skúlafótbólti.
Eins og í fyrsta umfari, so verður spælt í bæði gentubólki, dreingjabólki og í blandaðum bólki. Byrjað verður kl. 12.00 og hildið verður so áfram til umleið kl. 15.00, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður í mai 2019.
Umframt at spæla fótbólt, fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.
Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, har tað er møguleiki at keypa ein kaffimun og okkurt gott afturvið.
Hjá 6. flokkunum gjørdi Havnin bart og átti sjey av teimum átta finaluliðunum. Hoyvíkar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt og Sankta Frans skúli áttu tvey finalulið hvør, meðan Skráli úr Skála skúla er einasta finaluumboðið uttanfyri høvuðsstaðin.