Nú skulu EB/Streymur og NSÍ í eldin

Eftir at B36 og Víkingur hava fingið misjavna byrjan í evropeisku kappingunum higartil við ávikavist 0-0 og 0-6, skulu hini bæði føroysku feløgini í Evropa, sum eru EB/Streymur og NSÍ, í dag royna seg í Europa League.

 

Á Ovara Vølli í Gundadali fær EB/Streymur vitjan av Gandzasar FC, sum í farna kappingarári endaði á einum øðrum plássi í bestu armensku deildini. Tað er ilt at spáa um hesa mótstøðuna, men síggjast kann á leikarahópinum, at teir hava eina ógvuliga góða blanding við leikarum úr hópin av londum, so sum Serbia, Bosnia & Hersogovina, Russlandi, Brasilia, Georgia, Uganda, Mali og Hollandi.

 

NSÍ er í dag á vitjan á Stade de La Frontière í Esch, Luksemburg, har mótstøðuliðið er FC Differdange 03. Felagið, sum í fjør endaði á einum fjórða plássi, hevur eins nógvar leikarar úr Fraklandi, sum teir hava úr Luksemburg - nevniliga níggju í tali.

 

Dysturin hjá NSÍ byrjar kl.17.30, meðan tann hjá EB/Streymi byrjar kl.19.00.