– Vegna gongdina í smittuspjaðing í Føroyum og Grønlandi hevur landsstýrið gjørt av, at tær serligu reglarnar, sum vóru fyri fólk, sum komu til Grønlands úr hesum londum, ikki longur eru galdandi.
Tað upplýsir sjálvsstýrið í tíðindaskrivi.
Tað merkir millum annað, at fólk sum koma úr Føroyum, eins og onnur, sum koma frá vandaøkjum (sóttarhaldslondum), ikki mugu vera har, sum fólk savanst, fara til tiltøk, í handlar, bókasøvn, matstovur og kaffistovur o. s. fr. fyrr enn tað er ávíst, at tey ikki eru smittað við Covid-19, skrivar Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið.
Tó kunnu hesi fólk gera mest neyðugu innkeypini av gerandisvørum og øðrum neyðsynjarvørum, sum onnur ikki kunnu gera fyri tey.
Sóttarhaldið fyri fólk úr Føroyum og Íslandi er 14 dagar. Hetta kann bara broytast, um viðkomandi er kannaður fyri Covid-19 og staðfestur negativur. Tað kann tó ikki gerast fyrr enn fimm dagar eftir komu til Grønlands, tá svar er komið upp á kanningina. Hesa tíðina skal viðkomandi einki samband hava við onnur.
Heitt verður samstundis á fólk, sum eru komin úr Føroyum seinastu vikuna um at vera serliga varin og so vítt gjørligt um at fylgja sóttarhaldstreytunum, verður sagt í áheitanini frá grønlendska landsstýrinum.