Nú skulu vit hava eina fullfíggjaða, føroyska veðurtænastu. Tað upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður fyri Løgtinginum í morgun.
Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at tað hevur týdning at vit fáa eina føroyska veðurtænastu, so at vit sleppa undan at noyðast at spyrja útlendingar, hvussu veðrið verður í Føroyum.
Bill Justinussen, og Kári P. Højgaard, vístu báðir á, at nú er teknikkurin frammaliga og nú ber tað til at fáa veðurtíðindi ókeypis á internetinum. Og teir vildu hava at vita, hvat verður betri, nú vit fáa eina føroyska veðurtænastu.
Høgni Hoydal sigur, at endamálið er at seta eina veðurtænastu á stovn longu í ár, og hann væntar, at tað kostar tríggjar milliónir um árið.
Hann heldur, at tað er eitt stórt framstig, at fáa eina føroyska veðurtænastu, bæði fyri fólk sum heild, men serliga fyri fiskiflotan, og eisini fyri flúgvingina.
Hann heldur, at er tað nakað land, sum átti at havt eina føroyska veðurtænastu, eru tað Føroyar, sum liggja mitt í Atlantshavi.
Hann heldur, at ein føroysk veðurtænasta kann eisini geva okkum nógv meiri álítandi, lokal verðurtíðindi, tí tað er ógvuliga ymiskt, hvussu veðrið er kring landið.
Umframt veðurtíðindi, og veðurforsagnir, skal ein føroysk veðurtænasta eisini fáast við vísindaliga gransking, eisini um veðurlagsbroytingar, og at savna hagtøl.
Høgni Hoydal heldur, at tað verður eitt
Annars yvirtóku vit málsøki, veðurtænastu, longu í 2008, men hava ikki enn sett eina veðurtænastu á stovn, men ístaðin hava vit keypt veðurtíðindini frá donsku veðurtænastuni.