Fíggjarlig útlit
? Í ár hava vit eitt undirskot uppá 277 milliónir. Men næsta ár má undirskotið verða minni.
Andreas Petersen, løgtingsmaður úr samgonguni, sigur, at tað verður ikki fyrrenn nú, at samgongan veruliga kemur at standa sína roynd.
Hann sigur, at fíggjarlógin fyri í ár er ikki merkt nakað serligt av sparingum, tí enn hevur samgongan ikki havt stundir til at stinga nakran miðvísan fíggjarpolitikk út í kortið.
? Vit hava lagt dent á at varðveita nakrar av okkara grundleggjandi tænastum og summar eru enntá øktar.
Hann nevnir heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið sum dømi.
? Men longu um tríggjar, fýra mánaðir skal samgongan undir at leggja fíggjarlógina fyri 2005. Og tá verður tað, at samgongan veruliga skal standa sína roynd.
Hann sigur, at tað er onki, sum bendir á, at inntøkurnar hjá landskassanum fara at hækka.
? Sostatt mugu vit longu nú gera okkum nakrar tankar um, hvat vit gera næsta ár.
-
Avvísir ikki hægri skatti og avgjøldum
Andreas Petersen vísir á, at vit hava 1800 milliónir standandi í landsbankanum. Tað skulu vera minst 1300 milliónir í landsbankanum. Í ár koma vit at brúka 277 milliónir úr landsbankanum. Sostatt ber bara til at brúka góðar 200 milliónir úr landsbankanum afturat næsta ár, so er kvotan longu uppi.
Hann sigur, at í serligum førum ber til at brúka nakað afturat úr landsbankanum, men so skal ein greið ætlan verða løgd fyri, hvussu peningurin skal betalast aftur, tí tað betalast aftur rættiliga skjótt.
Tað skulu altíð eini 15% av bruttotjóðarúrtøkuni standa í landsbankanum.
Løgtingsmaðurin sigur, at sostatt má samgongan síggja veruleikan í eyguni.
Og hann sigur, at veruleikin er, at samgongan noyðist at taka støðu til fleiri sparingar næsta ár fyri at yvirskotið á fíggjarlógini kann minka, tí tað kann ikki verða líka stórt, sum tað er í ár.
-? Hin møguleikin er at økja um inntøkurnar hjá landskassanum við at hækka skattir ella avgjøld, leggur hann afturat.
Samgongan hevur ikki verið sinnað tiltøk í gildi fyri at veksa um inntøkurnar, eitt nú við at hækka skattir ella avgjøld. Hevði tú heldur viljað, at tiltøk vórðu sett í verk fyri at sleppa undan sparingum?.
? Eg trúgvi einki uppá, at skattalætti loysir allar trupulleikar. Tað er roynt so nógva staðni. Ein sum royndi tað í ólukkumát var amerikanski forsetin Reagan, men hann mundi koyrt USA á heysin. Skattalætti eggjar ikki til meiri virksemi og tað tók USA meiri enn 10 ár at koma fyri seg aftur eftir skattalættan hjá Reagan.
Andreas Petersen heldur avgjørt ikki, at skattur er av tí ringa.
? Nógvastaðni síggja vit streymin av flóttafólki úr londum, har tey als ikki betala skatt til lond, har skatturin er høgur. So tað er ikki skatturin, sum ræðir fólk.
Andreas Petersen er sannførdur um, at tað heldur er spurningurin um hvørjar tænastur og hvønn tryggleika, vit fáa afturfyri skattin.
? Tað, sum fólk vilja hava, er eitt trygt heilsuverk, trygg kor á ellisárum og trygg, sosialar umstøður, sum heild og ein góðan skúla. Og tað betala tey fegin skatt til.
Hann heldur, at tað er gamaní at hava til politiskan boðskap, sumsigur, at skattur og avgjøld skulu lækka.
? Men skulu vit síggja veruleikan í eyguni, kann tað væl henda, at tað verður neyðugt hjá landinum at fáa fleiri inntøkur, fyri at varðveita tænastustøðið, sigur hann.
Hann hevur kortini ikki gjørt sær tankar um, hvussu tað skuldi verðið sett í verk.
? Men tað kundi verið við at hækka onkur avgjøld ella við at breiðka skattagrundarlagið. Eitt nú er ikki tann stóri skatturin í Føroyum á inntøkum, sum eru vunnin við reinari spekulatión.
Hann nevnir sum dømi, tá ið partabrøv verða handlað og hann nevnir eisini fólk, sum eiga nógv hús, men sum selja burturav.
? Tey, sum forvinna pening av slíkum spekulatiónum, betala ikki stórvegis í skatti, sigur Andreas Petersen.