Nú slapp Claus upp í part

Føroyski landsliðsspælarin var á vøllinum síðsta lítla korterið, tá ið Coventry leygardagin spældi seg í fjórða umfarið í FA Cup

Leygardagin segði Claus Bech Jørgensen her á síðunum, at hann er troyttur av Coventry, og at hann hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann nú skal flyta til annað felag. Tess skjótari tað verður, tess betri verður tað.
Orsøkin til niðurstøðuna og ætlanina er, at føroyski landsliðsspælarin síðani skaðan í landsdystinum á Kypros í oktober ikki hevur verið á besta liðnum hjá Coventry. Hann heldur seg ikki hava fingið møguleikan, sum hann sjálvur heldur, at hann átti at havt fingið.
Men leygardagin fekk Claus fyrsta møguleikan síðani í oktober. Um hetta fer at vera við til at broyta áskoðanina, so Claus verður sinnaður at halda fram í Coventry, sigur henda søgan einki um, og tað valdast ivaleyst um so nógv.
Nýggi venjarin í Coventry, Adrian Heath, hevði tríggjar nýggjar millum teir fyrstu ellivu, tá ið Coventry í triðja umfarinum í stóru steypakappingini hevði vitjan av Crewe, sum Coventry fyrr í hesum kappingarárinum hevur tapt fyri á heimavølli. Claus Bech Jørgensen var á beinkinum, og í 78. minutti varð hann saman við einum øðrum skiftur inn. Fyrsta skiftingin varð framd í steðginum.
Tá ið Claus kom á vøllin, var støðan 3-0, eftir at tað í steðginum hevði staðið 2-0. Síðstu løtuna trýsti Coventry fyri at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, men teir í Coventry vóru ovurfegnir um úrslitið.

Vónar at halda fram
Hósdagin í síðstu viku fór Coventry venjarin, Peter Reid, úr starvinum. Hjálparvenjarin hjá honum, Adrian Heath, er fyribilssettur venjari. Eftir góða úrslitið leygardagin, sigur hann seg vóna, at nevndin í felagnum fer at vísa honum álit og harvið at seta hann í fast venjarastarv. Enn hevur nevndin einki sagt um hetta.
Tað var fyribilssetti venjarin, sum leygardagin vísti Claus Bech Jørgensen størri álit, enn fráfarni venjarin nakrantíð hevur gjørt, síðani Claus kom fyri seg eftir brotna rivjabeinið á Kypros. Í vikuskiftinum verður avbjóðingin hjá Coventry stór. Tá skulu teir í landskappingini spæla á útivølli ímóti Ipswich, sum er topplið í næstbestu deildini. Spurningurin er, hvør tá fer at vera venjari, og um venjarin, sum tá verður, aftur fer at vísa Claus Bech Jørgensen álit.