Fyri trimum árum síðani, samtykti løgtingið, at 15 ára gomul kundi fáa koyrikort til lítið prutl - tað eru prutl, sum koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman. Men enn er einki hent og nú vil Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nær nakað hendir.
– Tað er margháttligt at tað skal ganga so long tíð at seta eina so lítið mál í verk, heldur Magnus Rasmussen.
Henrik Old tekur undir, við at hetta kann tykjast at vera margháttligt at tað hevur tikið so langa tíð. Men størsti trupulleikin hevur verið, hvør skal hava frálæruna til koyrikortið, um hendi, sigur hann
Í hesum sambandi hevur Samferðslumálaráðið mælt til, at frálæran skuldi vera ein vællærugrein í fólkaskúlanum, ella í kvøldkúlanum. Men so tók spurningurin seg upp um, hvør skuldi rinda fyri hetta. Ein annar trupulleiki er, at námsætlanirnar hjá skúlanum hava ikki umfatað frálæru í at koyra prutl.
Men Henrik Old sigur, at nú eru viðurskiftini fingin í rættlag, soleiðis, at tað verður undir kvøldskúlanum. Tað merkir so eisini, at kommunur, ið ikki hava hesa frálæruna í kvøldskúlanum, kunnu vísa næmingum til kvøldskúlan í øðrum kommunum, sum hava slíka undirvísing.
Annars er frálærutilfarið gjørt og allar kunngerðir eru skrivaðar og tær skulu nú leggjast fyri landsstýrið. Og um tvær ella tríggjar vikur væntar hann, at málið er avgreitt.
Hann væntar at hetta verður ein fyrimunur fyri ferðslutrygdina at 15 ára gomul sleppa at koyra prutl, tí so eru tey í betri venjing, og duga betri at koyra, tá ið tey so skulu taka koyrikort til størri akfør seinni í lívinum.
Annars heldur hann, at sum heild eru mannagongdirnar at gera nakað í Føroyum, rættiliga tvørligar, tí hann hevur roynt allar snildir at fáa hetta avgreitt.
– Málið um at lata 15 ára gomul taka koyrikort til lítil prutl, hevur tikið trý ár. Skuldu vit bygt eina mánarakett, hevði tað helst tikið fleiri ættarlið, helt landsstýrismaðurin turrisliga fyri.
Hann væntar eisini, at fer fyrst ein kommuna í holt við hetta, fer hetta at leggja trýst á aðrar kommunur um at seta tað í verk eisini, so at undirvísing fer at vera allastaðni, tá ið avtornar.