Nú sleppa fólk aftur at vitja síni kæru á ellis- og røktarheimum

Dagurin er nú ásettur fyri, nær fólk sleppa nú aftur at vitja á ellis- og røktarheimum

Fara nú at bjóða teimum, sum hava mist tilboð og tænastur av ymsum slag

Upplatingin verður gjørd í samráð við heilsumyndugleikunum, soleiðis at tað verður trygt og skipað, at krøvini verða linkað.

Samstundis fara tey, sum hava mist ymisk tilboð, og ymsar tænastur undir korona-kreppuni, at fáa tey aftur, so við og við.

Men verður úrslitið, at smittuvandin veksur, eru vit heldur ikki bangin fyri at bakka aftur, og at seta tiltøk í verk einaferð afturat, staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Eyðun Christiansen, samskipari í Kommunufelagnum, staðfestir, at tiltøkini, sum hava verið, hava havt stórar avleiðingr fyri trivnaðin, tí tað er bert í undantaksføri, at næstringar eru sloppin inn á ellis- og røktarheim at vitja.

Men hann heldur, at avgerðin var røtt, tí tað er onganstaðni, at eldrabýlið eru sloppin so snikkaleys undan korona, sum her hjá okkum.

Tí hava tiltøkini verið alneyðugt, hóast tað hevur verið svárt hjá búfólkunum, tí tey hava verið einsamøll og tey hava longst.

Sostatt verður tá frá 8. mai, dýra biðidag, at fólk uttan í frá nú at sleppa aftur á ellis- og røktarheim at vitja, men tað verður við avmarkingum og undir væl skipaðum umstøðum, so tað verður ymiskt frá heimi til heim.

Í fyrstu syftu verða tað tey avvarðandi, sum sleppa at vitja, men ikki ov nógv í fyrstuni. Tað verða tey avvarðandi sjálvi, sum gera av, hvørji tey avvarðandi eru, sum sleppa fyrst á vitjan. Í fyrstu syfta verður talan um vaksin børn, og síðst í mánaðinum verður støða eisini tikin til um børn skulu sleppa at vitja.

Men vitjað verður eftir avalu við starvsfólkið og um tvær vikur verður hetta endurmett. Og seinni verður kanska eisini ein møguleiki fyri, at búfólk fara at sleppa heim til fólk at vitja.

Samstundis fara bústovnarnir aftur, so líðandi, at taka ímóti búfólkum.

Í næstu viku verða ymsar tænastur tiknar upp aftur bæði umlætting samdøgurs-rehabiltering og venjingar.