Nú sleppa føroyingar við til borðs

? Hetta er ein nýggj tíð í føroyskum politikki, tí nú kunnu vit ikki longur haldast uttanfyri, sigur løgmaður

Fámjinsskjalið

? Er Høgni Hoydal nøgdur við støðuna, sum hon er, skal tað standa fyri hansara egnu rokning. Men Fámjinsskjalið er eitt rættiligt frambrot í føroyskum politikki.
Jóannes Eidesgaard er alt annað enn samdur við Høgna Hoydal í, at Fámjinsskjalið er einki annað enn ein sjónleikur og ein staðfesting av tí, sum longu stendur í heimastýrislógini. Har stendur, at avgerðir viðvíkjandi Føroyum, skulu leggjast fyri føroyskar myndugleikar.
Vit hava biðið løgmann útgreina, hvar tey stóru frambrotini í Fámjinsskjalinum eru og hví hann heldur, at tað er ein so stórur marknaðsteinur í føroyskum politikki at hann enntá kallar tað eina nýggja tíð í Føroyum.
? Heimastýrislógin er ein veruleiki fyri allar føroyingar, eisini fyri Høgna Hoydal. Og sama, hvat stendur í heimastýrislógini, so er tað ein óreingiligur veruleiki, at hendan partin av henni hava danir ikki tulkað á ein hátt, sum føroyingar kunnu vera nøgdir við.
Løgmaður sigur, at radarstøðin á Sornfelli er fullgott prógv um hetta, tí hetta vistu føroyingar onki um, hóast føroyingar vóru beinleiðis álopsmál.
? Í summum førum fekk løgmaður onkra hissini kunning, men tað var altíð undir teirri treyt, at tað var í trúnaði.
? Samstundis vísir søgan okkum, at tað gjørdi ikki mun, hvat føroyingar søgdu, tí løgtingið hevði fleiri samtyktir ímóti støðunum í Føroyum, men tað lurtaði ongin eftir.
? Tað er eisini ein veruleiki, at ímeðan Høgni Hoydal sjálvur var í landsstýrinum, bað danska stjórnin um ávísar upplýsingar úr Føroyum, men kortini gav danska stjórnin ST skeivar upplýsingar um Føroyar um sjálvstýristilgongdina og um, hvussu føroyingar uppfataðu seg sjálvar.
? Samstundis vórðu fleiri hernaðarlógir settar í gildið, sum eisini umfataðu Føroyar, men vit vóru als ikki eftirspurd.

Óhugsandi
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum Fámjinsskjalið staðfestir, er, at hereftir skulu føroyingar takast við uppá ráð, bæði hvat viðvíkur uttanríkis- og verjupolitikk, sum hevur við føroysk áhugamál at gera.
? Tí er ein endurtøka av Mjórkadali og Sornfelli heilt avgjørt óhugsandi. Samstundis staðfestir skjalið, at har ið føroysk mál verða viðgjørd og umrødd, skulu føroyingar sjálvir vera við.
Samstundis skulu føroyingar vera við í øllum samráðingum við altjóða felagsskapir, sum vit vara av og kunnu skriva undir hesir sáttmálarnir.
? Sostatt er talan um ein opinleika, sum ongantíð hevur verið til staðar áður og tað er eitt stórt framstig, tí nú fáa vit fult innlit og eisini møguleika at ávirka gongdina í málum, sum hava við Føroyar at gera. Samstundis skulu øll skjøl viðvíkjandi Føroyum,sum vera latin donsku uttanlandsnevndini, eisini sendast føroysku uttanlandsnevndini.
? Tað hevur eisini verið talan um at niðurleggja radarstøðina í Føroyum. Men nú kann tað heldur ikki gerast, uttan at taka føroyingar við í viðgerðina.
Høgni Hoydal stúrir eisini fyri, at gongdin í Føroyum fer at vera tann sama í Føroyum, sum hon var í Grønlandi, har hann sigur, at ein líknandi avtala sum Fámjinsskjalið, varð grundarlagið undir uttanaríkispolitisku heimildarlógini, sum so nógv rok hevur verið um.
? Tað hevur onki við hvørt annað at gera. Fámjinsskjalið er ein avtala um, hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið mál viðvíkjandi Føroyum eru til viðgerðar.
?Men vit arbeiða framvegis fyri at fáa eina uttanaríkispolitiska lóg, tí vit halda avgjørt, at tað er neyðugt, at vit fáa størri heimildir á hesum øki og tað samráðast vit framvegis um.

Fingu ikki alt
Kortini ásannar løgmaður, at Fámjinsskjalið gevur okkum ikki fulan avgerðarrætt á okkara uttanríkispolitikki og okkara trygdarpolitikki.
? Tað kunnu vit ikki so leingi, vit eru í ríkisfelagsskapinum.Vit fáa ikki tikið allan avgerðarrættin á føroyskar hendur, fyrrenn tann dagin, vit hava tikið fullveldi. Men í løtuni er støðan bara tann, at meirilutin av Føroya fólki vil ikki hava fullveldið.
? Og so hava vit tvinnar kostir. Antin stinga vit høvdið í sandin og krevja, at antin fáa vit alt, ella skulu vit vit onki hava og so hanga vit framvegis føst í gomlu støðuni, har vit eru óvitandi um tað, sum fer fram.
? Heldur Høgni Hoydal, at hetta er ein nøktandi støða, má tað standa fyri hansara egnu rokning.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki føroyska samfelagið kann lata sær eina støðu lynda at hava eina støðu, har vit ganga í blindum.
? Vit hava ikki fingið alt, men tað fáa vit ikki fyrrenn vit hava fingið fullveldi. Spurningurin er so um vit bara skulu lata standa til, ella vit skulu føra politikk útfrá veruleikanum og fáa so nógv burturúr sum gjørligt undir veruleika, sum er galdandi.
? Og tað er tað vit hava gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard.