Nú sleppur báturin í neystið

Í hesum døgum er Johan Leo úr Fámjin í ferð við at umbyggja bát sín, “Borgin” á havnalagnum í Skopun. - Nú fari eg at kunna fáa bátin inn í neystið har suðuri, greiðir hann frá.

Skopun: - Jú, hetta er ein góður bátur!

Tað var tíðliga í vetur, at Johan Leo keypti henda stóra seksæringin frá einum manni av Argjum.

Honum var greitt, at hesin báturin fór ikki beinanvegin at kunna sleppa inn í neystið í heimbygdini.

- Orsøkin til hetta er, at Borgin var frambygdur. Nú hava vit flutt stýrihúsið afturum, so nú verður betri, sigur hann.

Júst hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at Johan og aðrir útróðrarmenn í Fámjin kunnu útinna vinnugrein sína.

Teir hava eitt havnalag í bygdini, har bátarnir saktans kunnu liggja. Men umstøðurnar eru soleiðis, at, at bátarnir mugu setast inn í eitt neyst, tá veðurlíkindini noyða teir til tað.

Í Fámjin, á vestursíðuni á Suðuroynni, kann vera brimhart, og tí eigur hvør bátur sítt neyst og sín vogn.

- Ja, sjálvt ein slíkan góðveðursdag sum í gjár(mánadagin í hesi vikuni, blðm.),var nógv brim í Fámjin, vísir Johan á.

Áðrenn “Borgin” kemur so langt sum í sítt egna neyst, skal hann umbyggjast og umvælast eitt sindur.

Til hetta arbeiðið fær Johan Leo góða hjálp frá svági sínum, Hans Kristian Olsen, ið virkar sum havnafúti í Skopun.

- Helst skuldu vit kunna flotað bátin seinast í mars mánaði, greiðir Johan Leo spentur frá.