Nú sleppur KÍ at royna seg

KÍ kvinnurnar skulu í hesi vikuni luttaka í Europa Cup kapping, sum verður spæld í Hollandi

Í heimligu kappingini fáa tær so at siga onga mótstøðu. Men tað fara tær at fáa í hesi vikuni. Fleirfaldu meistararnir og steypavinnararnir úr KÍ skulu í hesi vikuni luttaka í UEFA Women?s Cup í Hollandi. Tær fóru av landinum í gjár, og tær koma aftur til Klaksvíkar mánadagin í næstu viku.
Á ferðini í Hollandi skal KÍ spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti verður longu í dag ímóti eingilska meistaraliðnum Fulham. Hósdagin verður spælt ímóti hollendska meistaraliðnum Leede, og leygardagin er FC Codru, sum er meistaraliðið í Moldova, á skránni.
Kappingin gongur fyri seg í Sassenheim, sum liggur einar tredivu kilometrar uttanfyri Amsterdam. Tað er hollendska meistaraliðið Sassenheim, sum stendur fyri kappingini.
Venjarar hjá KÍ eru Jón Harald Poulsen og Ovi Nysted. Hesin seinni nevndi er fastur maður í miðverjuni á KÍ liðnum, men gula kortið, sum hann fekk ímóti EB/Streymi, hevur við sær, at hann er leikbannaður, tá ið KÍ sunnudagin skal spæla á Toftum. Tí er hann við í Hollandi.

Drúgvar royndir
Tað er besta kvinnuliðið nakrantíð í Føroyum, sum í gjár fór av landinum. Flestu KÍ spælararnir hava verið við í nógv ár, og tær vita, hvat tað snýr seg um, og hvørji krøvini eryu, tá ið tað snýr seg um Europa Cup fótbólt.
Hetta er triðja árið á rað, at KÍ er við í UEFA kappingini. Í fjør vóru tær í Umeå í Svøríki. Har taptu tær í fyrsta dystinum 7?0 ímóti heimaliðnum, sum fyrr í ár endaði sum vinnari av kappingini. KÍ tapti 4?0 ímóti Sparta Prag, og so vunnu tær 2?0 ímóti Visa Tallinn úr Estlandi.
Málið hesa ferð er at standa seg eins væl sum seinast og kanska eitt sindur betur. Tað verður torført bæði ímóti Fullham og Leede. Kvinnufótbólturin í Onglandi og í Hollandi telist millum teir betru í Europa. Stóri møguleikin hjá KÍ verður ivaleyst ímóti moldoviska meistaraliðnum.
KÍ hevur bara vunnið stórt í landskappingini, so tí ber illa til at siga, at tær eru í góðari dystarvenjing. Seinastu tvær ferðirnar hava tær vunnið 18?0 á AB og 10?0 á EB/Streymi. Einasta ferðin, at KÍ liðið hevur fingið mótstøðu í heimligu kappingini í ár, var í steypafinaluni á Ólavsøku, tá ið tær vóru væl nøgdar við, at tær noyddust at stríðast fyri at vinna 2?1 á HB.
Umframt at venja nógv fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, so hava KÍ kvinnurnar undan ferðini til Hollands skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at fáa fígging til ferðina.