Fiskiskapur
Tað er onki er til hindurs fyri at nýggi tvøratrolarin, Rasmus Effersøe, fær fiskiloyvi undir Føroyum.
Hetta er niðurstøðan hjá lógfrøðinginum hjá Fiskimálastýinum.
Sostatt kann Gudmund Mortensen ekkaleysur senda nýggja Rasmus Effersøe til fiskiskap.
Tað var herfyri, at Gudmund Mortensen á Tvøroyri keypti trolaran ?Haukur? úr Íslandi.
Ætlanin var, at hann skuldi koma í flotan ístaðin fyri gamla Rasmus Effersøe, sum sostatt verður lagdur. Nýggi Rasmus skuldi samstundis ivirtaka fiskirættindini hjá gamla Rasmus og tað hevði reiðarin fingið tilsøgn um frá Fiskimálastýrinum.
Men tá ið trolarin væl og virðiliga var komin til landið, varð ivi brádliga sáddur um fiskiloyvið hjá skipinm.
Haukur er nevniliga gamli toftatrolarin Snoddið og hann fekk upphøggingarstuðul, tá ið hann fyrst í nítiárunum varð seldur til Íslands.
Og eftir lógini um upphøggingarstuðul kann skip, sum hevur fingið stuðul, ongantíð fáa fiskiloyvi undir Føroyum aftur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði herfyri við Sosialin, at tað stóð ongastaðni viðmerkt í skjølunum yvir skipið, at tað hevði fingið upphøggingarstuðul. Tað stóð heldur ikki í sjálvum skipsblaðnum, ið er sama skjalið fyri skip, sum tinglýsingarskjalið er fyri aðra ogn. Tað er annars vanligt, at slíkt stendur í skipsblaðnum.
? Men tá ið vit so komu eftir, at trolarin hevði fingið upphøggingarstuðul, var tað neyðugt at steðga málsviðgerðini, áðrenn hann fekk endaligt fiskiloyvi, og at kanna málið til botns fyri at beina allan iva av vegnum , segði Jørgen Niclasen.
Hann bað tí um eina lógfrøðiliga meting av málinum.
Ongin forðing
Tann lógfrøðiliga metingin er nú liðug. Og niðurstøðan hjá lógfrøðinginum er, at tað er onki til hindurs fyri, at nýggi Rasmus Effersøe fær fiskiloyvi undir Føroyum.
Tá ið lógin um upphøgging varð gjørd í 1990, vóru allar lógir skrivaðar bæði á føroyskum og á donskum.
Jørgen Niclasen vísir á, at lógfrøðingurin sigur, at tað er misvísandi, tá ið lógin brúkar orðið ?upphøgging?, tí hon krevur nevniliga ikki, at skipið verður høgt upp, ella burturbeint.
-Á donskum eitur tað ?ophørsstøtte? og ikki ?ophugningsstøtte?.
Lógin sigur, at endamálið við stuðlinum, var at minka um fiskiorkuna. Men tann, sum fekk stuðulin, kundi framvegis eiga skipið og brúka tað til annað endamál.
?Tað merkir, at endamálið við upphøggingarstuðlinum var fyrst og fremst at fáa veiðiloyvi ni frá skipum og bátum.
? Í føroyska tekstinum stendur, at skip, sum fær upphøggingarstuðul, missur veiðiloyvi og kann ikki fáa tað aftur.
Løgfrøðingurin sigur, at við eini beinleiðis tulking, er tað hetta ávísa loyvið hjá fiskifarinum, sum fær upphøggingarstuðul, ið ikki kann fáast aftur.
? Men við hesum verður ikki sagt, at skipið, ikki kann fáa annað, ella nýtt veiðiloyvi.
Sostatt er lógfrøðingurin hjá Fiskimálastýrinum komin til ta niðurstøðu at tað er onki til hindurs fyri, at eitt skip, sum hevur fingið upphøggingarstuðul, kemur aftur í flotan, um tað fær fiskiloyvi hjá einum øðrum skipi.
? Tað er nevniliga ikki veiðiloyvi, sum skipið, ið fekk upphøggingarstupul, hevði. Í hesum føri er tað heldur ikki talan um eitt nýtt veiðiloyvi, men einans um at føra loyvið hjá einum báti, sum verður lagdur, yvir á eitt annað skip.
Jørgen Niclasen sigur, at sostatt er onki til hindurs fyri, at Rasmus Effersøe fær fiskiloyvi undir Føroyum, og tað verður nú avrgeitt.
Gamli Rasmus Effersøe fór ein tú í farnu viku og ætlanin var, at hann skuldi leggjast, tá ið hann kemur inn aftur. Og tað fer nýggi Rasmus avstað.
Annars vísir lógfrøðingurin á, at í lógini um upphøggingarstuðul, er í ávísum føri ósamsvar ímillum føroyska og danska tekstin.
? Í danska tekstinum stendur, at ?fiskefartøjer, som har fået ophørsstøtte, mister fiskerilicensen og kan ikke opnå ny fiskerilicens?.
? Sostatt sigur danski teksturin, at skipið ikki kann fáa nýtt veiðiloyvi. Hinvegin nevnir føroyski teksturin bara tað ávísa loyvið, sum skipið hevði.
? Men hetta ósamsvar ímillum føroyska og danska tekstin, hevur kortini ongan týdning í hesum føri, tí Rasmus Effersø fær hvørki nýtt loyvið, sum Snoddið hevði. Talan er heldur ikki um at geva honum eitt nýtt loyvi.Talan er einans um at føra loyvið hjá gamla Rasmus yvir á tann nýggja, sigur Jørgen Niclasen.