Nú smakkaði

Hóast úrtøkan í landskappingini gjørdist neyvt tann sama, sum í fjør, so var lagið hjá EB/Streymi munandi betri leygardagin, enn tað var fyri einum ári síðani

Fótbóltur

 

54 stig. Tað var tað, sum EB/Streymur fekk í stigaposan í ár. Hetta er tað sama, sum liðið vann sær í fjør, og eins og ta ferðina, so rakk tað eisini til silvur í ár.

Men í mun til næstan sorgarstøðuna á Mølini í fjør, so var lagið í hópinum heilt gott, nú talan aftur gjørdist um silvur.

- Hetta var nakað heilt annað. Í fjør høvdu vit jú allar møguleikar at ogna okkum gullið, og tí var vónbrotið øgiligt, tá tað ikki eydnaðist. Í ár gjørdist tað jú so, at silvurið var tað, sum vit kundu røkka, og tað var deiligt, at tað eydnaðist, sigur Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi.

- Og vit halda okkum eisini kunna vera nøgdar. Við silvurinum her og gulli í steypakappingini er talan um besta árið í felagssøguni. Og tá fær tað illa verið munandi nógv betri í øllum førum.

Eftir tvey silvurmerki á rað, er væl náttúrligt, at EB/Streymur strembar enn hægri komandi ár. Og hóast hann illa fæst at siga nakað um FM-vónir 12 mánaðir fram í tíðina, so staðfestir Egil, at tað ræður um at halda støðuna millum tey fremstu.

- Her verður onkur útskifting. Ronnie ætlar sær at gevast, og tað ger Símun Eliasen helst eisini. Hartil fer John Heri til Danmarkar, eins og Rafal helst ikki verður við komandi ár, so har skulu spælarar inn á ávís pláss. Men bulurin á liðnum er framvegis á leið tann sami, og sum eg havi skilt tað, so meddar leiðslan eftir, at liðið aftur í 2008 skal halda seg uppi millum tey fýra fremstu. Og ert tú fyrst har, so kann jú alt henda, sigur Egil.

 

Vildu vinna

Dysturin á Sandi var annars ikki heilt so misjavnur, sum úrslitið kundi bent á. Fyri tað nógva var B71 heilt væl við, men teir megnaðu sjáldan at vera eins avgjørdir, sum gestirnir vóru tað, og hetta kostaði nógv.

Arnbjørn Hansen legði fyri, tá hann enn einaferð prógvaði seg sum helst vandamesta harran í Formula-deildini, áðrenn Egil á Bø stutt fyri hálvleik økti til 2-0. Eftir steðgin gjørdi Sorin Anghel sítt 10. mál hetta kappingarárið, áðrenn Egil aftur økti.

Seinasta málið í Traðardali í ár fekk B71 tó, tá Magnus Olsen sendi í kassan, men í samlaðu myndini munaði hetta lítið. Og so máttu FSF-umboðini ásanna, at tey høvdu valt skeivt, tá lótu silvurið vera eftir í Havn og tóku bronsuna við til Sands.