Nú verður skjótt lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina kunngerð, sum skal áseta, hvørjar treytirnar skulu vera fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða.
Hugsað verður um, at vinnulívsfólk hava mangan gramt seg um, at tey fáa ikki nóg mikið av arbeiðsmegi.
Tí kundu tey hugsað sær, at tað var lættari at fáa útlendingar til Føroyar at gera ávís arbeiði. Tað skal gerast soleiðis, at skal eitt ávíst arbeiði gerast, skal tað bera til at gera sáttmála við útlendsk arbeiðsfólk um at koma hendavegin at gera tað ávísa arbeiðið og so fara tey avstað aftur.
Jacob Vestergaard sigur, at eftir arbeiðsætlanini, sum nú er, skal hendan kunngerðin verða liðug um miðjan næsta mánað.
Eftir føroyskum treytum
Í hesum sambandi hevur tað verið eitt krav frá arbeiðarafeløgunum, at teir útlendingar, sum koma hendavegin, skulu arbeiða eftir føroyskum sáttmálum og fyri føroyska løn. Men fyri at kunna hava eftirlit við tí, hava tey eisini kravt, at útlendingarnir skulu vera limir í føroyskum fakfeløgum.
Arbeiðarafeløgini stúra nevniliga fyri, at útlendingar skulu koma hendavegin at arbeiða fyri løn, sum er galdandi í heimlandinum og at teir sostatt fara at máa støðið undan teimum rættindum, sum føroysku fakfeløgini hava stríðst fyri tað mesta av eini heilari øld.
Jacob Vestergaard sigur, at tað verður eitt krav, at útlendingarnir skulu arbeiða eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi í Føroyum og fyri tað løn, sum er galdandi í Føroyum.
Hinvegin ivast hann í um tað ber til at krevja, at útlendingarnir skulu vera limir í føroyskum fakfeløgum.
Hann vísir til dómin í mannarættindadómstólinum í Strasburg, har tað er ásett, at tað er ólógligt at krevja, at fólk skulu vera limir í fakfeløgum.
- Tað veit eg ikki um tað ber til at krevja, sigur Jacob Vestergaard.
Hvussu ber so til at hava eftirlit við um tey arbeiða eftir treytunum í føroyskum sáttmálum?
Eftirlitsmyndugleikin, sum er løgreglan, kann altíð kanna eftir, hvørja løn tey fáa. Og verður søkt um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi longt, verður kannað eftir, hvat tey hava forvunnið og samsvarar tað ikki við føroysk viðurskifti, verður loyvið ikki longt.
Men møguliga ber eisini til at seta sum treyt, at serligt eftirlit kann vera við, hvat tey forvinna.
Men nú hoyra vit viðhvørt um, at eitt er, hvat fólk forvinna, men so verður lønin tikin inn aftur í okursleigu og upp á aðrar mátar. Tað merkir, at á pappírinum er alt, sum tað skal, men í veruleikanum fáa tey undirløn?
- Tað er ein spurningur, sum eftirlitsmyndugleikin má taka sær av, eins og hann má taka sær av, at treytirnar annar verða hildnar, sigur Jacob Vestergaard.