Skipið, ið er bygt á Sembawang skipasmiðjuni í Singapore, fór úr Singapore fyri góðum mánað síðani. Týsk og russisk krígsskip fylgdu Aoka Mizu á væleydnaðu ferðina ígjøgnum Aden Víkina, framvið Somalisku strondini, sum er illa herjað av sjórænarum. Beint eftir ársskiftið var skipið við Suez veitina, og helt síðan leiðina fram móti Rotterdam, har tað kom sunnukvøldið 18. januar.
Skipið skal liggja í Rotterdam í nakrar dagar, áðrenn tað verður ankrað upp á Ettrick leiðini í Norðsjónum, har tað skal liggja komandi árini og framleiða oljuna úr Ettrick leiðini. Ettrick er næsta oljuleiðin hjá Atlantic Petroleum, sum fer í framleiðslu. Chestnut leiðin fór í framleiðslu í september mánaði.