Næsta vika verður rættiliga avgerandi fyri, nær løgtingsval verður. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við útvarpsstøðina FM1.
Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31. august, men dúgliga hevur verið gitt um, at valið verður áðrenn tað.
Men Løgmaður sigur, at tað veldst alt um, hvussu tað gongur í Løgtinginum í næstu viku.
Hann ásannar at samgongan hevur gjørt nakrar avtalur við Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmann.
Avtalan bar í sær, at Magni Laksáfoss skuldi atkvøða fyri ymsum uppskotum hjá samgonguni og afturfyri skuldi samgongan atkvøða fyri einum uppskoti hjá Magna Laksáfoss um at broyta støðuna hjá SEV í orkumarknaðinum.
Men ta avtaluna klárar samgongan ikki at halda, og tí er ógreitt, hvørja støðu, Magni Laksáfoss fer at hava til tey mál, samgongan vil hava samtykt.
Men undir øllum umstøðum ger tað samgonguna upp aftur veikari enn hon hevur verið.
Hinvegin væntar løgmaður kortini, at fleiri av uppskotunum hjá samgonguni verða samtykt kortini, tí tinglimir í andstøðuni taka eisini undir við teimum, kanska við ymsum broytingum.
Annars fer Løgtingið, eftir ætlan, í summarfrí næsta fríggjadag, 3. mai og tí væntar løgmaður ikki, at løgtingsvalið verður fyrr enn seinast í august, sum ætlað.
Men hann endurtekur kortini á FM1, at skuldi tað hent, at eitt kostnaðarmikið uppskot frá andstøðuni verður samtykt, uttan um samgonguna, verður valið útskrivað beinanvegin, tí hann heldur, at tað er avgerðandi ikki at missa tamarhaldið á búskapinum
Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá politisku støðuni.