Hví røkkur hann ikki longur enn oman móti gørðunum í Líðarhaga?
Hvussu ber tað til, at fleiri teirra, sum halda seg hava einkarættindi uppá Várharra og hava so úr at gera við at sannføra seg sjálvi og onnur um, at tey eru betur enn hini, roynast so illa, tá samanum kemur?
Hví lata vit Miðflokkin tíggja sær sum hann vil?
Hví lata vit ein flokk sum Miðflokkin, har stórur partur av politikkinum byggir á trongskygni, fordøming og rasismu, seta dagsskránna og eiga seinasta orðið í so nógvum týðandi málum? Seinasta dømi um ágangin frá hesum flokki er viðferðin av teimum samkyndu.
Brøðragrótið úr Líðarhaga
Ein skuldi trúð, at næstakærleikin hjá Miðflokkinum átti at rokkið langt. Men tá á stendur, røkkur hann stutt, rættiliga stutt. Tað kom týðiliga til sjóndar 11. apríl 2003 undir 2. viðgerð av uppskotinum um bygging av samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
Í álitinum fyri byggingina stendur, at tað kunnu verða spardar umleið 15 mió kr., um grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum Øravík-Hov. Tá meirilutin í vinnunevndini, undir 2. viðgerð, mælir til at seta inn í løgtingslógina um samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, at grótið verður tikið úr tunlinum Øravík-Hov, verður uppskotið samtykt, við nevndu broyting, við 24 atkvøðum fyri og einari ímóti. Bert Jenis av Rana atkvøddi ímóti.
Hvussu ber tað til? Er Jenis av Rana ímóti at tunnil verður gjørdur millum Øravík og Hov? Nei, tað kunnu vit ikki loyva okkum at halda. Hví atkvøddi hann so ímóti? Jú, tí um grótið ikki varð tikið úr tunlinum, so skuldi tað keypast úr einum grótbroti, sum skuldi gerast í Líðarhaga, tætt við tunnilsmunnan til Hvalbiar. Og hvør eigur hagan og tískil skal hava pening fyri grótið? Tað ger bróðir Jenis av Rana. Longur røkkur næstakærleikin hjá Miðflokkinum ikki.
At uppskotið við 3. viðgerð 2. mai 2003 verður samtykt við teirri broyting, at grótið í mest møguligan mun verður tikið úr Øravíkar- Hov tunlinum er ein onnur søga.
Sjálvstýrisflokkurin eigur at tala at
Eftir mínum tykki eigur Sjálvstýrisflokkurin, tá tað er neyðugt, at verða ein mótpólur til Miðflokkin í málum, sum viðvíkja menniskjaligu virðunum, persónliga frælsinum, virðing fyri minnilutabólkum og ábyrgdini av egnum lívi og gerðum. Tað er uppgávan hjá einum flokki, sum veruliga er á miðjuni.