Tann fyrsta januar í fjør búðu heili 851 útlendingar úr Føroyum.
Her eru norðurlendingar ikki taldir við.
Tað upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, nú hann hevur lagt frágreiðing fyri Løgtingið um ein føroyskan integrasjónspolitikk.
- Útlendingar, ið koma til Føroya, eru í høvuðsheitum ufólk, ið verða sameindir við ein føroying, og útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða, umframt makar og børn teirra.
- Flóttafólk eru ikki í Føroyum, og tí er avbjóðingin hjá okkum í Føroyum at integrera útlendingar øðrvísi og ikki so torgreidd sum í okkara grannalondum, sigur landsstýrismaðurin.
Av teimum 851 fremmandu útlendingunum í Føroyum, sum ikki høvdu danskan ella norðurlendskan ríkisborgararætt, vóru 462 konufólk og 389 mannfólk.
Hesir fólk komu úr 86 londum, harav 66 eru lond uttan fyri ES/EBS.
Úr hesum londum eru fleiri enn 10 fólk: Thailand 94, Filipsoyggjar 89, Rumenia 71, Pólland 66, Serbia og Montenegro 64, Stórabretland 57, Russland 35, USA 25, Kroatia 23, Gana 21, Litava 17, Brasilia 15, Estland 14, Kina 14, Makedónia 14, Týskla nd 12, India 11 og Indonesia 10.
Annars mælir landsstýrismaðurin til, at ein føroyskur integrasjónspolitikkur skal skipast við lóg.
Integrasjónin skal í fyrstu syftu fremjast við at seta í verk fimm skipanir:
- Samskipari skal setast
- Byrjanarskeið fyri vaksin í føroyskum og um Føroyar
- Eyka undirvísing í føroyskum í fólkaskúlanum
- Átøk í mun til børn undir skúlaaldur
- Tulkatænasta verður skipað
Týsdagin klokkan 11 fer Løgtingið at hava aðalorðaskifti um ein føroyskan integrasjónspolitikk.
Annars ber til at lesa alla frágreiðingina niðanfyri