Næstan 300 luttakarar til Føroya sunnasta marathon

(SportBoxin) Hoyr Finn Johannessen, fyrireikara greiða frá

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini SportBoxin fyrrapartin á Rás2, har prátað var við Finn Johannessen frá felagnum fyri frælsum ítrótti í Suðuroy, Tvistan.

 

Prátið snúði seg um Føroya sunnasta marathon, sum verður í morgin. Finn Johannessen kann gleðiliga staðfesta, at næstan 300 fólk fara at taka lut. Onkur luttakari kemur allan vegin úr Íslandi fyri at uppliva Suðuroynna og Føroya sunnasta marathon. 

 

Talan er um eitt sosialt tiltak, so talan er ikki um eina kapping. Allir luttakarar fáa hvør sína áminning um, at tey hava tikið lut í Føroya sunnasta marathon.