Næstan 40 skip lógu og bíðaðu eftir fiskinum

Skipini hava fingið nógvan svartkjaft undir Føroyum seinastu dagarnar

 

Nú er svartkjafturin komin í føroyskan sjógv, og svartkjaftaskipini hava fingið nógvan svartkjaft seinastu dagarnar.

 

Tað staðfestir Varðin á síni heimasíðu.

 

Tey siga, at næstan 40 svartkjaftaskip lógu suðuri við markið og bíðaðu eftir at svartkjafturin kom undir Føroyar. Av teimum var næstan ein fjórðingur føroysk skip, men ein stórur partur av skipunum eru íslendsk skip.

 

Íslendingar hava hækkað sær svartkjaftakvotuna nógv í ár, og teir fiska alla kvotuna í föroyskum sjógvi.

 

– Teir landa allan sín svartkjaft í Íslandi, og føroyingar hava onki krav um, at teir skulu landa ein part av fiskinum, teir fiska í føroyskum sjógvi, í Føroyum. Hinvegin krevja íslendingar, at ein partur av fiskinum, føroyingar føroyingar fiska undir Íslandi, skal landast ein part í Íslandi, siga tey á Varðanum.

 

Varðin sigur, at tá ið so nógv skip fáa fulla last í senn, er sjálvandi ringt fyri at sleppa framat at landa hjá Havsbrún.

 

Finnur Fríði var liðugur at landa sunnudagin, og fór nýggjan túr. Tróndur í Götu kom til kaj sunnukvøldið, og slapp fram at at landa á døgurða mánadagin, og teir loystu aftur í morgun.

 

Jupiter hevur kós ímóti Fáðskrúðsfyrði í Íslandi við 2500 tonsum.

 

– Í Føroyum høvdu teir ikki sloppið framat at landa fyrr enn í fyrsta lagi hósdagin, tí Borgarin og Høgaberg skulu fyrst framat í Fuglafirði við ávíkavist 2600 og 2000 tonsum.

 

Prísurin í Íslandi er tann sami sum í Føroyum, ella 1,10 krónu fyri kilo. Tilfeingisgjaldið er 20 oyru fyri hvørt kilo, sigur Varðin.