Næstan 600 fleiri arbeiðspláss

Framgongdin er ikki hæsað av og vøksturin er ímillum tvey og trý prosent um árið

Í november í fjør vóru 25.525 løntakarar løntakarar í  Føroyum og tað eru næstan 600 fleiri enn í november 2015.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hon staðfestur, at síðan 2013 hevur tað verið ein stórur vøkstur hvørt ár, har tað eru ímillum 600 og 700 løntakarar komnir afturat hvørt ár. Vøksturin hevur sostatt verið ímillum 2,3 prosent og 2,9 prosent um árið. 

 

Hagstovan sigur, at tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, tá vóru eini 26.000 løntakarar í Føroyum.

 

Men síðani fóru 2.500 fólk úr arbeiði,  tá ið tíðirnar versnaðu og vit komu á botn í 2011, tá ið tað vóru um 23.300 løntakarar í Føroyum.

 

– Tað var ikki fyrrenn í 2014, at verulig framgongd varð aftur, og nú tað hevur verið stórur vøkstur trý ár á rað, er næstan aftur komið á sama tal sum í 2007.