Næstan 70.000 irakar doyðu

Irakska stjórnin kunngjørdi í morgun, at tilsamans 69.263 irakar doyðu í atsóknum av ymiskum slagi í árunum frá 2004 til 2011. Sambært tíðindastovunum er talið munandi minni, en teir iraksku myndugleikarnir og onnur hava sagt fyrr.

Tað ringasta árið var 2006. Tað árið doyðu 21.539, og næstan 40.000 vórðu særd. Tað minsta mannfallið var í fjør, tá 2.777 fullu í ymiskum atsóknum.

Stjórnin í Bagdad sigur, at næstan 240.000 irakar vórðu særdir í atsóknum í tíðarskeiðinum frá 5. apríl í 2004 til árslok í fjør.

Hagtølini hjá stjórnini umfata yvirgangsatsóknir, harðskap og átøk hjá stjórnarherinum.