Ein kann siga, at myndugleikarnir ætla hasta eina stigaskipan ígjøgnum við donskum hagtølum sum ikki eru dagførd, ístaðin fyri at bíða eina tíð fyri at vita hvussu hon kemur at hilnast í t.d. Danmark.
Í Danmark hevur skipanin ikki haft tað ávirkan sum ætlanin var. Tað er næstan ógjørligt at fáa trý klipp, sum skal til fyri at missa koyrikortið. Síðan skipanin varð set í verk í 2005 eru tað einans 266 persónar, sum hava fingið trý klipp.
Ferðslugranskarin Michael Sørensen frá Aalborg Universitet sigur, at vandin fyri at verða fangaður av løgregluni er ómetaliga lítil, og at fólk hava varnast, at hetta er so.
Tá skipanin kom fram, minkaði ferðin á vegunum, men nú er ferðin vaksandi aftur, og nøgdin av fólki sum lata lív í ferðsluni er vaksandi í 2007.
www.koyrilararin.fo