Starvsmannafelagið hevur útgreinað hagtøl hjá limum teirra, og Sveinur Tróndarson, journalistur, hevur skrivað eina longri grein á heimasíðuni um evnið.
- Av teimum sløku 1.000 starvsfólkunum, sum eru limir hjá Starvsmannafelagnum og sum arbeiða hjá landinum, arbeiða 307 niðursetta tíð. Av teimum parttíðarsettu eru 90 prosent kvinnur, skrivar felagið á heimasíðuni.
Níggju av tíggju, sum arbeiða niðursetta tíð, eru kvinnur.
- Ella soleiðis er tað í øllum førum statt, tá talan er um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum eru í starvi hjá tí almenna. Starvsmannafelagið hevur útgreinað lønarhagtølini fyri limir felagsins, sum arbeiða á stovnum udnir landinum, millum annað eftir starvsbrøki, og henda sundurgreining vísir eina sera áhugaverda samanseting, skrivar Starvsmannafelagið.
Tað mest áhugaverda í greiningini hjá Starvsmannafelagnum er, at kvinnurnar eiga nógv tann størsta partin av niðursettu arbeiðstíðini.
Sum nevnt vísir uppgerðin, at 307 limir hjá Starvsmannafelagnum á landsins stovnum arbeiða niðursetta tíð, av teimum eru 274 kvinnur.
Tað svarar til, at næstan 90 prosent av samlaða talinum av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð eru kvinnur.