- Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur kvinna ringir til okkum at biðja um hjálp ella ráðgeving.
Tað sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn.
Í annaðkvøld verður almennur fundur í Norðurlandahúsinum, tí tey vilja hava politikarar at taka spurningin um harðskap ímóti kvinnum upp og gera nakað við hann.
Elin Reinert Planck, sigur, at hesi seinastu árini hava tey fingið ímillum 300 og 400 áheitanir frá kvinnum, sum vilja hava hjálp ella vegleiðing.
Í fjør var talan tó um 257 áheitanir.
- Av teimum snýr ein heilur triðingur, ella gott 100 áheitanir seg beinleiðis um harðskap.
Burtursæð frá harðskapi, snúgva hinar áheitanirnar seg um at fáa ráð og vegleiðing í sambandi við hjúnarskilnað, løgfrøðiliga hjálp og annað.
Vit hava ongi hagtøl fyri, hvussu umfatandi trupuleikin við harðskapi ímóti kvinnum er í Føroyum.
Í veruleikanum eru uppgerðirnar hjá Kvinnuhúsinum tær einastu ábendingarnar, vit hava um, hvussu umfatandi trupulleikin er.
- Og at tá ið yvir 100 kvinnur venda sær til okkara um árið tí tær eru fyri harðskapi, sigur tað okkum so mikið sum tað, at her er talan um ein rættiliga stóran trupulleika.
Hon leggur afturat, at uttan iva eru tað heilt nógvar harðskaps-raktar kvinnur, sum ongantíð venda sær til Kvinnuhúsið, tí hon er sannførd, at tær, sum venda sær til Kvinnuhúsið, eru bara ein lítil partur.
- Harðskapur er tann størsta einstaka orsøkin til at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið, sigur Elin Reinert Planck.
Fleiri sløg av harðskapi
Dagligi leiðarin í Kvinnuhúsinum sigur, at oftast er harðskapurin framdur av nú- og fyrrverandi manni ella sambúgva, ella av vaksnum synum.
Tá ið talan er um harðskap, er oftast talan um likamligan harðskap, ella hóttanir um likamligan harðskap. Men talan kann eisini vera um sálarligan harðskap og eisini um neyðtøku og blóðskemd og harafturat eisini um fíggjarligar avmarkingar.
- Av teimum kvinnum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, eru tað eisini hvørt ár nakrar, sum noyðast at fara á Kvinnuhúsið at vera og nógvar av teimum hava børnini við.
Summar vera bara eina nátt, tær flestu verða nakrar fáar nætur, men einstakar hava eisini havt fast tilhald í Kvinnuhúsinum í tveir ella tríggjar mánaðir.
Elin Reinert Planck staðfestir, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið frá árið til ár, men tølini eru altíð høg.
Hon dugir tískil ikki at síggja nakað ávíst rák.
Men hon hevur kortini lagt merki til, at tá ið tíðirnar bera orð fyri at vera góðar, eru tað nógv fleiri kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið.
- Undir sjálvari kreppuni var talið minni, men tá ið tíðirnar batnaðu, vaks talið rættiliga nógv.
Tað undrar hana eitt sindur, men hvussu tað ber til, hevur hon onga hóming av.
Læra seg at sláa
Aðrastaðni er gongdin tann, at serliga eru tað yngru kvinnur, sum eru fyri harðskapi og tað slagi av harðskapi er veksandi.
Hetta er eisini eitt rák, sum sæst aftur í Føroyum.
Dagligi leiðarin í Kvinnuhúsinum sigur, at tær flestu kvinnurnar, sum venda sær til teirra, eru yngri kvinnur í tjúgunum og og trýatiárunum.
Men tað eru eisini einstakar blaðungar kvinnur og eisini nakrar kvinnur í tilkomnum ella eldri árum.
Hinvegin verður kvinnur undir 18 ár ikki tiknar inn í Kvinnuhúsið, tí tað eru mál fyri barnaverndirnar.
Elin Reinert Planck sigur, at gjøgnumgangandi orsøkin til harðskapin er misnýtsla av rúsdrekka ella rúsevnum og svartsjúka.
Men ein týðandi orsøk er eisini rætt og slætt hon, at menninir eru sjálvir uppaldir við harðskapi og so føra teir tað víðari í teirra egna parlagi.
Viðhvørt er talan um álvarsligan harðskap.
- Hinvegin er tað heldur ikki so, at menn, sum eru harðligir ímóti sínum maka, bara sláa púra fyrilitarleyst í blindum.
- Teir vita, hvussu og hvar teir skulu sláa fyri at onki skal síggjast til tað. Tað er eitt mynstur, vit ofta síggja í parløgum, sum eru merkt av harðskapi, sigur Elin Reinert Planck.
245
Higartil í ár hava 245 kvinnur vent sær til Kvinnuhúsið í Havn at biðja um hjálp og ráðgeving.
Níggju av teimum hava eru flutt í kvinnuhúsið at vera í styttri ella longri tíð og tilsamans høvdu tey níggju børn við sær.
17 menn
Tað eru ikki bara kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið.
Tað eru eisini einstakir menn, sum venda sær hagar at leita sær ráðgeving.
Í fjør vendu 17 menn sær til Kvinnuhúsið.
Onkur vildi tosa um, at konan var farin heimanífrá og onkrir høvdu brúk fyri at tosa um trivnaðin hjá børnunum. Men so vóru tað eisini summir, ið vildu fáa samband við kvinnur, ið vóru í húsunum og onkur hevði samlívstrupulleikar, sum hann vildi hava ráðgeving úr Kvinnuhúsinum um. Men so vóru tað eisini nakrir, ið ringdu fyri kvinnur, ið vildu hava hjálp, men ikki hættaðu sær at ringja sjálvar.
Les eisini greinina: Almennur fundur um harðskap ímóti kvinnum, og greinina. Offrini fyri harðskap fáa ov lítla hjálp, umframt greinina: Føroyar dumpa í mannarættindum